Um tú siktar høgt, so fert tú sjálvandi at raka hægri, enn um tú sigtar lágt
- Reiley, aka Rani Petersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú siktar høgt, so fert tú sjálvandi at raka hægri, enn um tú sigtar lágt
- Reiley, aka Rani Petersen
Vágatíðindi

Jens Jákup Hansen gjørdist 6. november fyrsti føroyingur á toppinum á Ama Dablam í Nepal. Fjallið er 6.812 metrar høgt og verður mett sum eitt av tekniskt krevjandi fjøllunum í Himalaya.

Hetta var onnur royndin hjá 51 ára gamla føroyinginum. Várið 2025 noyddist hann at venda við í legu 2 vegna truplar umstøður. Hesaferð eydnaðist túrurin, sum Seven Summit Treks skipaði fyri.

Jens Jákup er timburmaður og sjónvarps- og filmsfotografur. Hann hevur drúgvar royndir við fjallabjarging og hevur áður verið á millum annað Kilimanjaro og Aconcagua.

Túrurin hevði eisini eitt persónligt endamál. Við støði í stríðnum hjá pápanum móti demensi hevur Jens Jákup savnað pening til Alzheimerfelagið undir orðunum: „At minnast tey, sum gloyma.“

Við stuðli, gávum og tiltøkum hevur hann savnað pening til arbeiðið hjá felagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #