Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, hevur nú boðað frá, at viðgerð fyri bundinskap av tí meir kompleksa slagnum skal liggja hjá Landssjúkrahúsinum, og at hetta kann longu byrjast í ár.
Og í dag, hósdagin 12. novembur, hoyra við leiðaran á Psykatriska depilinum vátta hetta í samrøðu við Kringvarpið. Læknar á góðkendum viðgerðarstøðum skulu eisini hava lættari atgongd til depilin, og harvið hava einkultari mannagongdir, tá tað kemur til at hjálpa fólki.
Landstýriskvinnan sigur, at ætlanin er, at Psykiatriski Depilin skal brúka onkrar av sínum stovnum, ið ikki skal brúkast í løtuni, til endamálið, og her er eisini upplagt, at ein eventuell substitutións viðgerð kann skipast herfrá.
Hetta er sera gleðiligt at hoyra, og er hetta ein týdningarmikil liður, av fleiri, í hesum umráðandi arbeiði, har vit royna at skapa betri karmar fyri tey, ið ofta hava tað allar truplast.
Eg bleiv spurdur fleiri ferð, undir valstríðnum, hví eg stillaði upp í politikki, og um tað ikki var óheppið fyri økið, eg starvaðist á, um eg ikki var har meir. Hetta tók eg sjálvandi sum eina álitisváttan og eitt herðaklapp. Hinvegin grundgav eg við, at eg javnan hevði følt meg sum eina skøvaða plátu, tá tað kom til, hvat eg í nøkur ár hevði sagt við leiðslu, politisku skipanina og miðlarnar. Nú vildi eg royna, um eg fekk gjørt mun “hinumegin borðið”.
Mítt stóra hjartamál er at royna at skapa betri karmar fyri tey, ið stríðast so ella so, og sum ikki hava ein eins lættan gerandisdag, sum nógv onnur.
Hetta havi eg eisini stríðst fyri, síðan samgonguskjalið bleiv undirskrivað.
Eg vil minna okkum øll á tvey viðurskiftir:
Talan er um, at vit vilja møta menniskjum og geva teimum møguleikar at fáa meir ró í sálina. Vit mugu ikki skapa eitt narrativ, har hetta ljóðar sum eitt krav fyri hægri virði ella størri viðurkenning.
Vit mugu minnast, at talan ikki er um veik fólk, tá talan er um tey, ið kunnu fáa gleði av hesum møguleikanum. Tað krevur nógva styrki at liva eitt so hart lív, og flestu okkara høvdu ikki yvirlivað eina viku í tílíkari støðu.
Magni Højgaard
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



