Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum
Politikkur

Fíggjarmálaráðið: Landsstýrismaðurin var saman við danska ráðharranum vertur fyri ráðharrafundinum um talgilding, MR-Digital, tí Føroyar og Danmark deila formansskapin í ár. Londini samtyktu eina felags yvirlýsing um at styrkja talgilt sjálvræði og gerast minni bundin at fáum stórum tøkniveitarum. Samstarvið skal millum annað fevna um cloudloysnir, trygd kring sjókaðlar og menning av talgildum førleikum.

Norðurlond og baltisku londini eru millum fremstu lond í talgilding og hava nógv felags virði og áhugamál. Hvørt sær eru londini lutfalsliga smá, men saman kunnu tey hava eina sterkari rødd mótvegis altjóða tøknirisum og vera við til at seta krøv og vísa vegin fyri talgildu menningina í Evropa.

Loysnir til føroyskan tørv
Føroyar fóru fyri nógvum árum síðan undir at menna egið talgilt undirstøðukervi. Tað arbeiðið hevur borið ávøkst. Við loysnum sum Samleikanum og Heldini hava vit í dag eitt undirstøðukervi, sum lýkur høg altjóða krøv til KT-trygd og ger ein talgildan gerandisdag møguligan hjá fólki, vinnu og myndugleikum.

Landsstýrið vil byggja víðari á henda grundvøll við loysnum til føroyskan tørv, sum lúka altjóða krøv.

Samleikin í Danmark
Á fundi við Christina Egelund, danska ráðharran við ábyrgd fyri talgilding, heitti landsstýrismaðurin á donsku stjórnina um at raðfesta arbeiðið at fáa Samleikan formliga góðkendan í Danmark. Endamálið er, at føroyingar kunnu brúka Samleikan til danskar talgildar tænastur, t.d. at søkja um SU, avgreiða pensjónsviðurskifti og fáa atgongd til heilsuupplýsingar í sambandi við viðgerð í Danmark.

Ráðharrin vísti vælvild og boðaði frá, at hon fór at heita á Digitaliseringsstyrelsen um at taka samskiftið við føroysku myndugleikarnar uppaftur.

Heildarætlan fyri vitlíki verður løgd fram 24. november
Landsstýrismaðurin luttók eisini á ráðstevnu hjá New Nordics AI um samstarv um vitlíki. Í Føroyum hevur landsstýrið umvegis Talgildu Føroyar eina heildarætlan fyri vitlíki í umbúnaði, sum verður løgd fram 24. november.

– Samstarvið gevur okkum størri ávirkan og atgongd til vitan og royndir, sum vit hava brúk fyri í Føroyum. Vit skulu sjálvi seta kósina og lata føroyskan tørv og virði stýra. Vitlíki skal hjálpa okkum at loysa avbjóðingar, styrkja vælferðina og menna føroyska málið og vinnuna. Tað er endamálið við heildarætlanini, sigur Aksel V. Johannesen.

Les felags yvirlýsingina um talgilt sjálvræði.

Nordic and Baltic ministers sign joint statement on increased digital sovereignty

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #