Um tú siktar høgt, so fert tú sjálvandi at raka hægri, enn um tú sigtar lágt
- Reiley, aka Rani Petersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú siktar høgt, so fert tú sjálvandi at raka hægri, enn um tú sigtar lágt
- Reiley, aka Rani Petersen
Krutl

Hvat merkir tað at hoyra heima í Føroyum – eisini tá ið lívið førir teg aðrastaðni?

Hesin spurningur gongur sum ein reyður tráður gjøgnum seks veggjamálningar, sum franski listamaðurin Seth Globepainter hevur málað í Føroyum. Tað skrivar listamiðilin GraffitiStreet í eini grein um verkini.

Við børnum, sjófuglum og føroyskum siðum lýsir hann sambandið millum menniskju, náttúru og heimstað. Ein genta flýgur avstað, meðan ein drongur situr eftir. Ein onnur hyggur út móti havinum við einum vita á høvdinum – kanska bíðar hon eftir pápanum, sum er til fiskiskap.

Myndirnar snúgva seg um útlongsul og sakn, men eisini um tað, ið bindur okkum saman tvørtur um ættarlið. Havið er bæði leiðin út í heimin og sambandið heim aftur.

Verkini eru partur av verkætlanini We Need Art hjá Hergeiri Staksberg, sum vaks úr trimum ætlaðum veggjamálningum til 16 listaverk í 2026.

les meira og síggj fleiri myndir á leinkjuni omanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #