Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan hevur 4. november 2026 veitt P/F Förka ískoyti til umhvørvisgóðkenningina í sambandi við ætlanina um at byggja ein nýggjan tilbúgvingar- og goymslutanga til K2-súrløgu á Skarðshjalla.
Nýggi tangin hevur eina rúmd á umleið 5.100 m³ og skal fyrst og fremst økja um goymsluorkuna til súrløgu frá alivinnuni, serliga í støðum, har stórar nøgdir av deyðfiski skulu handfarast eftir stuttari tíð.
Tangin verður ogn hjá P/F Salmon Proteins, men verður staðsettur á økinum hjá Förka og knýttur at verandi skipanum á biogassverkinum. Förka hevur umhvørvisligu ábyrgdina av tanganum.
Í ískoytinum eru millum annað settar treytir um uppsamling av møguligum útláti, ávaring móti yvirfylling, eftirlit og tilbúgving.
Verandi umhvørvisgóðkenning frá 2019 er framvegis galdandi saman við nýggju treytunum í ískoytinum.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærufreistin er 2. desember 2026.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



