FSF: – Hetta er eitt gott lið, sum vit møta, og teir hava eisini nógv at spæla fyri. Men vit trúgva sjálvandi uppá okkara møguleika, og at tað ber til at fáa eitt gott úrslit á útivølli ímóti Slovakia.
Tað sigur Atli Gregersen, hjálparvenjari hjá manslandsliðnum, sum í kvøld klokkan 20:45 lokala tíð, sum er klokkan 19:45 í Føroyum, trínur á Kosice Futbalova Arena í Kosice í Slovakia.
Áðrenn venjingina dagin fyri dyst fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



