Betri heim: Útboðið av sethúsum og íbúðum hevur verið størri í ár samanborið við undanfarin ár, og renturnar eru hækkaðar, men hóast tað hækka bústaðarprísirnir framvegis. Seinastu tíðina hava ábendingar tó verið um, at prísvøksturin er um at minka.
- Hóast prísirnir hava verið methøgir í ár, hava vit ta seinastu tíðina lagt til merkis, at keyparar bjóða lægri enn prísuppskotið. Sama mynstur sæst um alt landið. Tað eru vanliga fleiri, ið bjóða, og søluprísurin endar sum oftast við at samsvara við prísuppskotið, men tað tekur longur enn áður at fáa bústaðin seldan. Tíðin má vísa, um gongdin heldur fram, og um tað fer at ávirka bústaðarprísirnar kring landið, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.
Miðalprísurin fyri sethús í Tórshavn nærkast nú fimm milliónum. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn 4,8 mió. kr. í miðal. Tað er ein hækking á 4% samanborið við miðalprísin í fjør.
Uttan fyri Havnina kostaðu sethús 2,4 mió. kr. í miðal. Tað er 8% meira enn í fjør. Á Skálafjørðinum og í Klaksvík var miðalprísurin ávikavist 2,8 og 2,9 mió. kr. Vøksturin er ávikavist 5% og 15%.
Fermetursprísurin á íbúðum komin upp á 45.000 krónur
Íbúðir í Tórshavn eru dýrkaðar við 9% higartil í ár. Ein miðalstór íbúð, sum er 85 fermetrar, kostaði 3,8 mió. kr. Tað svarar til ein fermetursprís á 44.600 krónur. Prísgongdin líkist henni í Danmark.
Uttan fyri Havnina kostaði ein íbúðarfermetur 31.500 krónur í miðal. Tað er 5% meira enn í fjør.
Tað verða alsamt fleiri íbúðir bygdar kring landið, og tí er tað nú gjørligt at gera hagtøl fyri íbúðir uttan fyri Havnina. Miðalprísirnir sveiggja nakað meira uttan fyri Tórshavn enn í Tórshavn, tí sølurnar eru færri, men gongdin uttanfyri líkist henni í høvuðsstaðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



