Vestmanna.fo: Arbeitt verður niðanfyri húsið hjá Mariu og Brynjólvi á Heygum. Garðurin, sum í dag avmarkar sýnið hjá bæði bilførarum og gongufólki, verður tikin burtur. Samstundis verður vegurin nakað breiðkaður og gongubreyt gjørd.
Niðari Vegur er ein av elstu vegum í bygdini, og er ein partur av honum framvegis ikki nøktandi til nútíðar tørv.
Seinastu árini hevur kommunan stigvíst arbeitt við at bøta um umstøðurnar á vegnum, ið strekkir líka frá landsvegnum og til Mørkina. Arbeiðið, sum nú fer í gongd, er enn eitt stig á leiðini móti einari betri farleið.
Niðari Vegur verður stongdur í styttri tíðarskeiðum fyri gjøgnumkoyring, meðan arbeiðið er í gongd. Tá ið eingin gjøgnumkoyring er, verða skeltir við kunning sett upp báðumegin Niðara Veg.
Tað er byggifelagið Konsax, sum stendur fyri arbeiðinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



