Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Bandið Amnesty Tónar spældi javnt og samt í ring.

Amnesty Tónar kom út í 1991, í eini tíð, tá fáar útgávur við nýggjum føroyskum tónleiki vóru. Í sambandi við 25 ára føðingardagin hjá Amnesty skipaði felagsskapurin fyri eini kapping, har fólk sendu inn sangir, tey høvdu skrivað og spælt, og ein dómsnevnd skuldi velja bestu sangirnar. Kappingin endaði við einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, har vinnararnir vórðu heiðraðir. Undirtøkan var so góð, at avgjørt varð at innspæla sangirnar og geva teir út á bandi. Skjótt fingu sangirnir stórt pláss, bæði í samtíðarsamfelagnum og í hjørtunum hjá føroyingum.

Í ár eru 35 ár síðan, at Amnesty Tónar kom út. Nú ófriðurin og stríðini í heiminum koma okkum alsamt nærri, hava vit kanska meira enn nakrantíð tørv á at savnast um frælsi, frið og góðan tónleik.

Tí verður fagnaðarkonsert á Reinsarínum leygarkvøldið 14. Novembur klokkan 21, har sangirnir fáa nýtt lív. Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, Enekk, Lív Dam og Deiggj koma at framføra sínar sangir, sum í 1991 vóru spildurnýggir. Men alt verður ikki sum í hálvfemsunum, tí Guðrun og Bartal, Tóra Trónd, Dania, Netupp, Ronja og Supervisión koma at lata 35 ára gomlu løgini í nýggjan ham.

Nøkur atgongumerki eru enn at fáa á atgongumerki.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #