Um tú siktar høgt, so fert tú sjálvandi at raka hægri, enn um tú sigtar lágt
- Reiley, aka Rani Petersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú siktar høgt, so fert tú sjálvandi at raka hægri, enn um tú sigtar lágt
- Reiley, aka Rani Petersen
Ítróttur

Føroyar eru framvegis ósigraðar í Nations League eftir 2-2 javnleikin móti Slovakia í kvøld. Allir fimm dystirnir eru endaðir við javnleiki, og føroyska liðið hevur nú fimm stig.

Moldova vann samstundis 2-1 á Kasakstan og hevur sjey stig. Tí skulu Føroyar vinna, tá Moldova kemur á Tórsvøll mánadagin 16. november klokkan 15. Ein sigur tryggjar Føroyum annað plássið, meðan javnleikur ikki er nóg mikið.

Annað plássið gevur atgongd til tveir dystir um uppflyting í B-deildina í mars 2027. Slovakia hevur við javnleikinum tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum.

Støðan undan seinasta umfari er sostatt:

Lið Stig
Slovakia 11
Moldova 7
Føroyar 5
Kasakstan 2

Ókeypis atgongd verður til avgerandi dystin mánadagin, men áskoðarar skulu frammanundan tryggja sær atgongumerki í nethandlinum hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #