Vinnaramyndin á Siena International Photo Awards 2026 er av afghansku gentuni Aminu, sum býr í Kabul. Har livir hon eitt lív í skugganum, innistongd millum teir fýra veggirnar í heimi sínum, meðan eyguni royna at hóma eina framtíð, sum tó enn liggur fjald í myrkri. Aðrastaðni í heiminum ber til at stríðast fyri einum betri lívi, men soleiðis er ikki hjá afghanskum kvinnum. Tær eru sviknar og einastu vápnini, tær hava at broyta sína lagnu, nevniliga skúlagongd, arbeiði og sjálvræði, eru tikin frá teimum.
Siena International Photo Awards (SIPA) er ein altjóða fotokapping í italska býnum Siena. Bæði yrkisfotografar, áhugafotografar og lesandi úr øllum heiminum kunnu luttaka. Ein altjóða dómsnevnd við fotografum og myndaritstjórum metir um myndirnar.
Stefano Rosselli tók myndina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



