Hjartaleysur er hann, sum ber hjarta sítt uttan á bringuni
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tann í Føroyum so illa lýddi aktivisturin Paul Watson skal fyri rættin í  í Grønlandi í dag, har støða skal takast til, um varðhaldsfongslingin av honum skal longjast.

Paul Watson, sum er 73 ára gamal, varð handtikin umborð á skipi sínum, sum lá í havnini í Nuuk 21. juli, tí Japan vil hava hann útflýggjaðan. Nógv mótmæli eru komin ímóti tí, eisini frá týðandi politikarum, og stórt trýst er tískil á Danmark um ikki at útflýggja Paul Watson.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur tó sagt við danskar miðlar, at tað verður trupult hjá Danmark ikki at útflýggja Paul Watson.

- Vit kunnu ikki siga, at tað ikki er so lagaligt hjá okkum at fylgja reglunum í hesum ítøkiliga førinum, tí vit so traðka onkran á tærnar, segði hann herfyri við Politiken.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo