Málið við útbúgving er at fylla eitt tómt sinni, til tað verður eitt opið sinni
- Malcolm Forbes

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum. Talan er um bretska koronufrábrigdið (B.1.1.7)

Tað verður nógv á skránni á bilafestivalinum, og tað verður ókeypis - bæði hjá vaksnum og børnum - at vitja festivalin

77 ára gamli Rolling Stones sangarin Mick Jagger, ið dansar sum ein hani, er so fegin um útlitini at sleppa úr koronastongsili, at hann hevur yrkt ein sang, Eazy Sleazy

Løgreglan váttar fyri Útvarpinum, at hon hevur verið í fjósinum hjá bóndanum og hjálpt við kanningararbeiðnum hjá landsdjóralæknanum

- Privata vinnan samfeld er ov ofta fyri ákoyringum. Vinnuhúsið, Reiðarafelagið, Fiskimannafelagið og onnur avvarðandi í privata geiranum, eiga at koma við eini greiðari kvalifiseraðari uppgerð til føroyska samfelagið og yvirfyri almenna geiranum

 

- Huawei er bannað tætt við hernaðarútbúnað í NATO-londum. Men á Sornfelli, har nýggi hernaðarradarin skal setast upp, er nógv Huawei-útgerð

Í mars vórðu 925 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 50 milliónir fleiri í mun til sama mánað í fjør

ES-kommisjónin leingir ikki sáttmálarnar við AstraZeneca og Johnson&Johnson um levering av koronavaksinu

Í gjár vórðu 502 fólk koppsett. 492 fólk fingu fyrra prikið og 10 fingu seinna prikið

- Stórur var dagurin í gjár fyri okkum, tá ið frættist at tjóðarmerki okkara varð hevjað á stong yvir umboðsstovu okkara í Tel Aviv í Ísrael

Fleiri ríkislógartilmæli á heilsuøkinum eyðkenna skránna

- Mette Frederiksen, danska forsætisráðharrakvinnan, vísti dirvi tá ið hon fór til Ísrael á fund við Benjamin Nethanyahu forsætisráðharra, fyri at tryggja Danmørkini heilivágsframleiðslu móti hóttandi umfarssóttum

Nú hóskvøldið 15. apríl kl. 19.30 verður Miðvika aftur í Hoyvíkar kirkju, fyri fyrstu ferð síðani korona tók seg upp, og tá fer Óluva N. Djurhuus úr Kollafirði at greiða frá sínari spennandi pílagrímsferð fyri nøkrum árum síðani

Johnson & Johnson skrivaði í einum uppdateraðum tíðindaskrivi seint týskvøldið at steðgur verður eisini í allari vaksinutestingini av teirra koronuvaksinu

- Vónandi verður semja um, at hetta er leisturin, ið verður nýttur framyvir. Tað sigur Jørgen Niclasen, nú uppskotið um veiðigjøld er farið niðan í Tingið

Chelsea er klárt til semifinalu í Champions League eftir at tað endaði 0-1 í returdystinum móti Porto. Samlaða úrslitið gjørdist 2-1 til Chelsea

Bayern München vann dystin í kvøld móti PSG 1-0, men PSG hevði fleiri útimál og er tí víðari eftir samlaða úrslitið 3-3

Fiskivinnunýskipanin kundi fáa stóra ávirkan á PP í Hollandi, sigur Mark Rutte, sum hevur svarað tingmonnum, hví hann ringdi til løgmann í 2017, skrivar KVF

Ársúrslitið gjørdist 2,8 milliónir krónur í mun til 6,5 mió kr í 2019

Heilt nýggj føroysk úrslit vísa, at tey, sum høvdu koronu í fyrstu bylgju, framvegis hava andevni 12 mánaðir eftir sjúkuna

- Múrurin millum Áarvegin og ríkisumboðið skal takast niður, tí hann bæði ímyndar valdsins arrogansu og oyðileggur ein part av miðbýnum í Havn, segði Sjúrður Skaale á fólkatingi í dag

Hæddarpunktið á kurvabóltsárinum verður nú leygardagin 17. apríl, tá finalurnar hjá kvinnum og monnum verða leiktar

Frágreiðingin, sum nú er liðug, byggir á tekst, sum ein ritstjórnarbólkur hevur sett saman úr tí tilfari, sum tá kom fram

- Sostatt er ongin orsøk til at spyrja landsstýrismannin í fiskivinnumálum, um stovnurin kann leggjast í Klaksvík ella aðrastaðni

Ósemja millum nevnd og stjóra ger, at partarnir hava valt at gera eina fráfaringaravtalu

Amerikanska felagið Johnson & Johnson útsetur at lata Evropa vaksinu, verður upplýst í tíðindaskrivi

- Undirvísingin hevur verið ov einstáttað, ov siðbundin og ov nógv merkt av vanligari undirvísing, sum vóru øll í somu stovu

Klaksvíkar kommuna hevur sett Ásmund úr Hvalvík í starv sum leiðara á Vatndeildini

Seint í gjárkvøldið vórðu trý fólk, ein kvinna og tveir menn, varðhaldsfongslað í 14 dagar. Tey eru skuldsett fyri rán. Ein kvinna afturat er skuldsett, men hon er ikki varðhaldsfongslað, skrivar KVF

Nú kemur loksins ein føroysk veðurstova, sum bíðað hevur verið eftir síðan 2009, tá Føroyar yvirtóku málsøkið. Kortini undrast Eyðgunn Samuelsen á, hví veðurstovan er staðsett í Tórshavn

Fráboðaðir eru tilburðir við blóðtøppi eftir koppseting við Johson & Jonson-vaksinuni í USA, skrivar New York Times

Nýggju partafeløgini fara at starvast innan bygging, kt, íløgur, ráðgeving, orku, vælveru, o.a.

Á árligu gallaveitsluni fyri judo, borðtennis og badminton, nýtti BSF eisini høvi til at heiðra nakrar leikarar fyri innsats og úrslit farna kappingarár

Sambært heimasíðuni hjá TAKS, so lækkar botnfrádrátturin í 2022 úr 100.000 niður í 50.000 krónur tá ið talan er um skatting av húsaleiguinntøku eftir bruttoháttinum

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum

- Persónliga meti eg, at bestu inntriv eru at fáa strangari dómar, fyrningarfreistin skal verða avtikin, og so áttu vit at almannakunngjørt nøvnini á brotsmonnunum

- Fleiri framstig eru gjørd og DG100 drekarnir hava framleitt metnógvan streym samanhangandi í long tíðarskeið

- Eingin smittuútbreiðsla er umborð á flogførunum til Føroya, men fleiri tilburðir av smittu eru staðfestir, tá ið ferðafólkini eru komin í bilin/hýruvognin eftir flogtúrin, sigur landslæknin

Sakførarin Tor Kjærvik (70) var skotin og dripin í Oslo í gjárkvøldið. Ein maður í 30-árunum, sonur Tor Kjærvik, meldaði seg sjálvan til løgregluna og er nú ákærdur, skriva norskir miðlar

Skeið: Leygardagin 17. apríl 2021 | kl. 10:00 - 14:00 - Einans 5 pláss eftir!

Fóðurflakin rak á land á Víkum í illveðrinum herfyri

Hendingin kemur í kjalarvørrinum av ætlanum hjá Joe Biden, forseta, um at stramma vápnalógina í USA

Andstøða og samgonga eiga áleið líka nógv uppskot

Biogassframleiðslan kom upp á 584 MWt, sum svarar til miðal mánaðarnýtsluna hjá á leið 1872 húskjum

Henda video upptøkan var gjørd seinnapartin í dag av Hellutanga, sum rak á land í illveðrinum vesturi á Víkum, norðantil á Vágoynni, í farnu viku

Her fer eitt heilt fylgi spákandi tvørtur um eitt rørportur

Aksel, Bjarnhild, Gunnva, Lena Maria, Miriam, Niclas og Rúni endaðu øll ovast á skamlinum í teimum fimm greinunum í badminton

Í sambandi við arbeiði verður Bringsnagøta frá Húsabrúgv til Áarvegin stongd fyri allari ferðslu. Parkerinspláss í hesum øki eru ikki tøk

- Tað ber ikki til at bíða longur – útoyggjarnar noyðast at fáa eina dagføring av skipunum á øllum farleiðum, og henda meting er eisini væl undirbygd av fakkunnleika, sum sigur at skipini ikki lúka krøvini til trygd longur

- Nógvar familjur hava trupult at fáa endarnar at røkka saman, og nøgdin av burturkasti er alt ov stór. Tað gevur onga meining, fyrst at brúka orku upp á at framleiða mat, síðani upp á at innflyta mat og so aftur upp á at brenna mat