At lasta av øvund er at rósa óbeinleiðis
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Um ein ikki kennir til Dansk Bibel Institut (DBI), kann ein fáa eina ábending um, hvat tað er fyri ein lærustovnur við at lesa hesar tríggjar setningarnar: Gleði um gleðiboðskapin, álit á Bíbliuna og kærleika til menniskju.

Dagarnar 17.-25. mars vitjar DBI í Føroyum. Við á ferðini eru Finn Aasebø Rønne og Jákup E. Petersen. Teir fara at halda fyrilestrar, KFS-andakt, undirvísing, møtir, ungdómsmøtir og føstugudstænastur ymsastaðni runt landið. Hetta ynskir DBI at gera fyri at styrkja føroyingar í gleðini um gleðiboðskapin, álitinum á Bíbliuna og kærleikanum til menniskju. Harumframt fyri at kunna um arbeiðið hjá DBI

Finn Rønne hevur tikið dr.theol útbúgving frá universitetinum í Keypmannahavn og undirvísir í kirkju- og missiónssøgu á DBI og er harumframt gestalærari á etiopiska gudfrøðisskúlanum EGST. Hann fer millum annað at undirvísa um Martin Luther og hava møtir á ársmøtinum hjá Heimamissiónini 24. og 25. mars.

Hetta er fyrstu ferð, at Finn er í Føroyum, og hann er sera spentur at møta føroyingum og síggja vøkru náttúruna. Hann er giftur við Oddrun, og tey eiga tríggjar synir.

Kunna um útbúgving á DBI
Jákup E. Petersen, sum enn lesur gudfrøði, hevur tikið partar av útbúgvingini á DBI.

– Eg eri sera takksamur fyri undirvísingina og serstaka kaffistovu-mentalitetin, har tey lesandi og undirvísarar lættliga fella í prát saman um alskyns evnir, alt frá fótbóltsúrslitum til fatan av hebraiskum og grikskum setningum í Bíbliuni, sigur Jákup.

Jákup er giftur við Gurið, og eiga tey sonin Silas.

Eitt av endamálunum við Føroyatúrinum er at kunna um teir ymisku møguleikarnar at taka útbúgving á DBI. Ein kann lesa fulla bachelor-útbúgving, men eisini er møguligt at taka einstakar lærugreinir ella 1-árs skeið. Hetta kanst tú lesa meira um á heimasíðuni ella við at venda tær til lestrarvegleiðaran Peter F. Kofod.

Her er skráin fyri møtini dagarnar 17.-25. mars.

Finn Rønne:
Sunnudag: Møti í Emmaus, Klaksvík klokkan 18.00.
Mánadag: Fyrilestur á Kambsdali. Fyrilestur í Gøtu kirkju klokkan 20.00.
Mikudag: Fyrilestur í Christianskirkjuni klokkan 19.30.
Hósdag: Fyrilestur í Hoydølum. Fyrilestur í Nes kirkju eftir føstugudstænastu.
Fríggjadag: Ársmøtið klokkan 20.00.
Leygardag: Ársmøtið klokkan 19.30.

Jákup E. Petersen:
Fríggjadag: Ungdómsmøti í Leirvík klokkan 21.00.
Leygardag: Missiónsvika í Oyndarfirði klokkan 20.00.
Sunnudag: Møti á Toftum klokkan 18.00.
Mikudag: Føstugudstænasta á Skála/Strondum.
Hósdag: KFS í Hoydølum. Føstugudstænasta í Nes kirkju.

Um tú ynskir samband við Dansk Bibel Institut, so ber til at kunna seg á heimasíðuni www.dbi.edu

Og um tú umhugsar at lesa gudfrøði ella lesa nakrar lærugreinir, so ber til at venda sær til lestrarvegleiðaran edu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo