Útbúgv starvsfólkini so væl, at tey hava lætt við at fara. Men far so væl við teimum, at tey ongantíð fara
- leystliga eftir sir Richard Branson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit liva longri og nógv eru arbeiðsfør langt upp í árini. Arbeiðsmegi er ein mangulvøra og haldførið í pensjónsskipanini er ein avbjóðing. Í Sjálvstýrinum fara vit at arbeiða fyri, at eldrapolitikkur verður raðfestur høgt. Vit vilja tryggja, at vitan og arbeiðsorka kemur landinum til góðar.

Eldri fólk liggja inni við vitan, sum í alt ov stóran mun fer fyri skeyti, tá tey fara av arbeiðsmarknaðinum. Tað er tí týdningarmikið at geva pláss fyri teimum eldru á arbeiðsmarknaðinum og tryggja, at hvør einstakur borgari verður virkin og virðismettur fyri sína vitan og royndir, uttan mun til aldurin.

Fíggjarliga er tað eisini ein fyrimunir, bæði fyri tann einstaka og fyri landið, at eldri kunnu arbeiða, so leingi tey orka og ynskja tað. OECD, felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning, vísir í frágreiðing sínari frá desember í fjør á, at betri arbeiðsmøguleikar og arbeiðsumstøður hjá eldri, kunnu styrkja haldførið í sambandi við bæði pensjónir og arbeiðsmegi.

Okkara identitetur er eisini í stóran mun er tengdur at okkara arbeiði, og tí hevur tað stóran týdning fyri trivnaðin at kunna kenna seg sum ein part av samfelagnum og framhaldandi vera til nyttu. Tað er stórt spell, at fólk við stórari vitan og royndum sita heima og ynskja, at onkur onkuntíð hevði brúk fyri teimum.

Týdningurin av eldri á arbeiðsmarknaðinum

Fólk byggja gjøgnum eitt langt arbeiðslív upp týðandi vitan og royndir, ið eru dýrgripir fyri samfelagið. Ein eldrapolitikkur, sum tekur hædd fyri at gagnnýta hesa vitan og arbeiðsmegi, fer ikki bert stimbra trivnaðin hjá eldri borgarum, men eisini gagna landinum í síni heild.

At hava eitt arbeiði er ikki bert ein spurningur um inntøku. Arbeiðið hevur eisini stóran sosialan týdning, kensluna av at vera ein partur av samfelagnum og til at halda heilan virknan. Í einum samfelag, har trivnaður og sosial inklusjón er í hásæti, eiga vit at tryggja, at øll hava møguleika at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, so leingi, tey ynskja tað.

Fleksibilitetur á arbeiðsmarknaðinum
Vit eiga a skapa møguleikar fyri parttíðararbeiði og fleksiblar arbeiðstíðir, sum loyva eldri fólki at arbeiða eftir teirra egna førimuni og heilsustøðu.

Mentorskipanir
Tað er umráðandi at tryggja, at vitan ikki fer fyri skeyti. Tað kann gerast við mentorskipanum, har eldri kunnu deila sína vitan og royndir við yngri starvsfelagar, soleiðis, at vitanin verður førd víðari, samfelagnum til góðar.

Endurmenning og útbúgving
Eldri skulu eisini hava møguleika at taka lut í førleikamenning og útbúgving, so tey kunnu fylgja við í nýggjari tøkni og arbeiðshættum. Vit eiga at fyribyrgja aldursmismuni við at eggja til lívlanga læring og støðuga førleikamenning.

Ráðgeving og stuðul
Øll arbeiðspláss áttu at fingið ráðgeving og stuðul til at seta eldri í starv, herundir ráðgeving um, hvussu førleikar hjá eldri best kunnu gagnnýtast. Lóggáva, sum fyribyrgir aldursmismuni á arbeiðsmarknaðinum eigur at verða ein sjálvfylgja á sama hátt, sum vit hava aðrar lógir til fyribyrging av mismuni.

Ein virkin eldrapolitikkur kann geva samfelagnum nógv. Við at tryggja, at eldri hava møguleika at sleppa til arbeiðis og gera nyttu, skapa vit ikki bert eina betri framtíð fyri eldri, men eisini fyri samfelagið í síni heild. Við fleksibiliteti, mentorskipan, førleikamenning og ráðgeving kunnu vit tryggja, at allir okkara borgarar fáa møguleikan at blóma og geva sítt íkast, so leingi teir ynskja tað. Tað er tí avgjørt ein samfelagsligur fyrimunur at satsa upp á ein eldrapolitikk, sum røkkur øllum.

Lat okkum saman skapa eitt samfelag, har vit ongantíð eru ov gomul til at gera mun!

Rúna Sivertsen
Næstforkvinna

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo