Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin Vilhelm Johannesen andaðist í gjár 79 ára gamal.
Hann umboðaði Norðoyggjar í løgtinginum frá 1980 til 2008, og var landstýrismaður 1979-1981 og 1985-1989. Vilhelm Johannesen var limur í Klaksvíkar býráði frá 1975 til 1984, og var formaður i Føroya Kommunufelag fra 1977 til 1979. Eisini var hann Formaður í Klaksvíkar sjúkrahúsi frá 1991 til 1993.
Hann var blaðstjóri hjá Sosialinum frá 1972 til 1979, og hevur eisini arbeitt fyri Postverk Føroya. Hann er pápi Aksel V. Johannesen, sum nú er formaður í Javnarflokkinum og abbi Beinir Johannesen, ið varð valdur inn í Løgtingið í 2019 fyri Fólkaflokkin. Vilhelm var eisini pápi vinnulívsmenninar Bethuel og Líggjas. Hann var giftur við Johild Johannesen, og tey áttu eisini døturnar Ragnu og Signhild.
Dóttirin, Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, skrivar um pápan á facebookvanganum: Pálmasunnudag fór babba um sýn og fekk æviga hvílu. Ein góður dagur at takka fyri seg. Stilla vika, blika logn og mánin hann skein. Hvíl í friði góði babba.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo