Listin ger lívið lættari at liva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Degi og Viku í kvøld var drúgv og fjøltáttað umrøða av føroyska animatiónsfilminum ”SkúlaScam”. Tað er hin ungi Tóki Jansson, sum hevur gjørt samansettu stuttfilmarnar. Filmarnir hava verið vístir fyri fullum húsum á filmstevnuni Buster í Danmark. Ein av fremstu miðlaráðgevum í Norðurlondum, Keld Reinicke, hevur á public service ráðstevnu hjá Kringvarpi Føroya skýrt Tóka Føroya gávuríkasta filmslistafólk í unga ættarliðnum. Ein av stuttu filmunum hjá Tóka varð vístur á síðsta Geytatiltakinum.

Stovnað í 1962 er Filmsfelagið elsti felagsskapur, sum kuraterar almennar sýningar við listaligum filmi í Føroyum. Filmsfelagið er uttan bindingar ella áhugamál av nøkrum slag og móttekur ikki almennan stuðul.

Frá hesum støði harmast Filmsfelagið um tað veiku skipan, sum nú elvir til, at landstýrismaðurin kann grípa inn og forða ella økja um tann lutfalsliga stóra stuðul, sum eftir stuttari tíð er tøkur á kontu á almennu Fíggjarlógini til filmsgerð.

Filmsfelagið vil mæla til, at tann stuðul, sum á Fíggjarlógini er tøkur til filmsgerð, verður lagdur í grunn at umsita, so armslongdarprinsippið kann takast í brúk og fáast til at virka.

Sum er, hevur landstýrisfólkið alla ábyrgd av játtanini, óansæð hvussu tilmæli ella frámáli frá fakfólki er orðað.

Armslongdarprinsippið, sum ikki kann virka undir hesum umstøðum, eigur at fáast at virka undir øðrum umstøðum, ið eru egnaðar til endamálið.

Veika skipanin elvir nú til, at Føroya helst dugnaligasta unga filmslistafólk, sum í einsemi arbeiðir við sjáldsama animatiónsteknikkinum, ið bara Rói Davidsen higartil hevur sýnt fram í sambandi við Geytan, ikki fær almennan stuðul til framhaldandi avrik, tí orðalagið verður mett ópassandi.

Mentanarliga fyrisitingin kallar unga listamannin inn til eina uppbyggiliga samtalu, har hann fær at vita, hví hann ikki fær stuðul, hóast báðir filmsráðgevarnir hava mælt til at stuðla.

Umframt at verða politisk kastibløka, er íkomna støðan so lítið virðilig fyri spírandi føroysku filmslistina, at Filmsfelagið vil heita á avvarðandi myndugleika, sum er Uttanríkis- og Mentamálaráðið, um at bera so í bandi, at henda lutfalsliga stóra upphædd, sum eftir stuttari tíð er vorðin til á Figgjarlógini, verður løgd í tryggari legu, so armslongdarprinsippið kann fáast at virka, øllum til frama.

Vit vilja øll síggja Føroyar og føroyskan veruleika bæði á stóra biografløriftinum og á stoymingartænastum heima í stovuni. Allastaðni sæst og hoyrist spakmælta ynski um at føroysk filmslist og filmsídnaður skal mennast úr teim stetlandi fetum, vit fyrr hava sæð, til eitt frítt listaligt úttrykk millum javnbjóðis fólk.

Filmslistarligi vegurin er ikki altíð greiddur beint fram, men buktar seg ofta í krókutar ættir, har okkurt óvæntað og nýtt tekur seg upp og verður eitt úttrykk við higartil ókendari megi. Í krókutu buktini síggja vit akkurát nú Tóka Jónsson og ”SkúlaScam”. Eingin kundi spátt um hetta, men øll fagna avrikinum hjá 16 ára gamla skúlanæminginum, ið hevur greipað heimliga gerandisdagin saman við einum altjóða miðlaráki, og funnið eina egna leið, ið er eitt serføroyskt úttrykk, sum er í eygnahædd og er á bylgjulongd við sama aldursbólk, lokalt og globalt.

Tóki førir okkum inn í hendingar við næmingunum Pætur, Sólskin og Bob, sum møtast í einum nýggjum skúla. Skjótt er greitt, at alt er ikki sum tað eigur at vera, tí er heitið “SkúlaScam”. Hetta er ein løgin skúli, tímarnir eru stuttir og fríkorterini long, og lærararnir eru líka vánaligir sum maturin. Í stuttum pørtum, episodum, sigur hann frá um løgnu skúladagarnar og enn løgnaru persónarnar, sum vit møta.

Ein útgáva av filmrøðini er 60 minuttir langi ”SkúlaScam”, sum varð frumsýndur í Grand Teater í Keypmannahavn 28/9 2020 á Buster filmstevnuni, sum er størsta barnafilmstevna í Norðurlondum. Filmsfelagið var á staðnum saman við 40 ungum á sama alduri sum Tóki. Hóast talan var á føroyskum, fylgdu øll við gjøgnum allan filmin. Hugurin at siga frá, frásagnargleðin, orkan og tónleikurin eru hugtakandi og fangandi.

Filmur er hart arbeiði og talentini hanga ikki í trøunum, treiskni heldur ikki. Men hóast krevjandi uppgávuna, megnar Tóki at savna fjøltáttaða avrikið í eini lidnari heild, sum hóast skjótu tekningarnar og berligu animatiónirnar, megnar at bera eina undirhaldandi søgurøð, ið hevur eitt týðuligt og eyðkent drive.

Eftir sýningina svaraði Tóki spurningum frá orðstýraranum og úr salinum. Tað er ein fragd at síggja eitt umboð fyri føroyskan ungdóm bera fram tankar og reflektiónir um filmin, hann sjálvur hevur gjørt á ein nátúrligan og bersøgnan máta.

Hetta er eitt gott úrslit úr føroyskari filmsgerð.

Filmsfelagið
8-12-2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo