Partafelagið Vestmanna Fiskavirki hevur keypt uppisjóvartrolaran Christian frá partafelagnum Hvalnesi í Klaksvík.
Skipið verður yvirtikið tá nýggi Christian í Grótinum kemur til landið um mánaðarskiftið januar-februar næsta ár.
Vestmanna Fiskavirki fekk menningarkvotur í 2018 og nakað av kvotu afturat í ár. Ein lógarbroyting, sum kemur í gildi á nýggjárinum ásetur, at kvotur skulu knýtast at skipum, og tí hevur Vestmanna Fiskavirki nú tikið avgerð um at keypa skip.
Eyðun Olsen, stjóri, sigur, at hann væntar einir 10-12 mans vera við Christiani.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo