Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Gáttin inn í kirkjuna skal vera lág. Tað skal vera høgt til loftið og vítt til veggja.

Báðar útsagnirnar eru javnan at hoyra, tá ið um kirkjulig viðurskifti verður talað. Bæði fólkakirkjan og fríkirkjurnar nýta máliskurnar, tá ið virksemið verður umrøtt og tann evangeliska boðanin lýst og greinað.

At bera gleðiboðskapin til alt fólkið er ein stór og heilag uppgáva. Tað er Guðs náði, at vit kunnu vera postboð fyri Kristus. Tað eru eini forrættindi, at vit kunnu bera evangeliið út til fólkið. At fáa náðir at vera í tænastu Harrans er signing omanyvir signing.

Ymiskir spurningar taka seg upp og verða javnan havdir á lofti: Hvør er verdur at koma inn undir Guðs orð? Fyri hvørjum skulu vit prædika? Hvørji eru tey, ið vit skulu umgangast?

Jesu kærleiki til lærusveinarnar og til fólkið í síni jarðligu samtíð er okkum eitt fyridømi. Guðs kærleiki umfatar øll og er ætlaður øllum, – altíð!

Hin sanni kærleikin – Guðs kærleiki – fellur ongantíð burtur. Hesin kærleikin er festur í tilverunnar upphavi, tí hann er Guðs egni samleiki. Soleiðis er Guð, og soleiðis er hansara lyndi.

Ápostulin Jóhannes staðfestir: “Og vit hava ásannað og trúð tí kærleika, sum Guð hevur til okkara. Guð er kærleiki, og tann, sum verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Guði og Guð í honum.” (1. Jóhannes 4,16).

Guðs kærleiki er ikki treytaður av okkara dygdum, um vit nú bera nóg stórt mál av rættleika og góðsku. Kærleikans lyndi er at geva. Sannur kærleiki gevur frá sær uttan at krevja góðskutrygd, viðurlag ella endurgjald.

Ápostulin syngur í kærleikans hásongi: “Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp, hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; hann tolir alt, trýr øllum , vónar alt, ber alt.”

“Tað var tætt fyri páskahátíðina, og Jesus visti, at tími hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, elskaði hann teir líka til enda.”

Hesin markleysi kærleikin var eyðsýndur við borðið skíriskvøld, tá ið hin seinasta kvøldmáltíðin varð hildin.

Jesus visti, at løtan var í nánd, tá ið hann fór at verða svikin av sínum egnu. Sjálvt um umstøðurnar vóru nívandi, so var eingin broyting í Jesu atferð. Líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda, tí kærleikin fellur ongantíð burtur.

Kærleikin er størri enn orð og heitar kenslur. Vitandi um sítt upphav í Guði og sína heimferð reistist Jesus frá kvøldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein líndúk og bant hann um seg. So stoytir hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við.

Hin sanni kærleikin tváar medmenniskjuni um føturnar, ja heldur seg til hetta vanvirda trælayrkið. Jesus vaskaði lærusveinarnar um føturnar.

Pætur ynskti at verða tváaður bæði um høvur og hendur. Pætur skilti ikki loyndardómin í Guðs ríki. “Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini, at tváa sær (uttan um føturnar;) men hann er reinur allur sum hann er.”

Hin heilaga kvøldmáltíðin er rík í síni fyrimynd. Vit eru tváað við reinsandi vatni. Sjálvt um tað bara vórðu føturnir, ið vórðu vaskaðir og nomu vatnið, so var Jesu reinsandi kraft nóg mikið til fullkomnan reinleika.

Vit eru boðin til kvøldmáltíðina í Guðs ríki, hina fullkomnu máltíðina. Eisini í tí gerandisliga kenna vit felagsskapin um borðið. Halgidagar verður Harrans borð borðreitt, og hvør tann, sum kemur til Jesus, eingin verður rikin aftur.

“Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.” (Jóhannes 6,37).

Hin heilaga kvøldmáltíðin, altarborðið. Føðin frá Guði gevur mettuna og veitir trúnni orku til lívs og at halda fram á leiðini heim í Guðs ríki. Altarborðið, hin berandi føðin og føðin, ið ber.

Bæði prestar, trúboðarar og vitni fyri Kristus eiga at seta sær sjálvum spurningin: Hvørjum ynskja vit at tæna og vera til signingar?

Eru tað menniskju, ið vegna synd ella tvørrandi heilagleika mega halda seg burturfrá halgidóminum, prestum og vitnum?

Fyri mítt viðkomandi er svarið einfalt. Verturin er Jesus. Eg eri einans ein óverdigur tænari.

Verturin Jesus rekur ongan burtur frá sær. Jesus er fyrimyndin, hóast alstórur munur er á Meistaranum og tænaranum. Amen.

Orðið: “Og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda.” (Jóhannes 13,1).


Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo