Umsitingin av innkrevjingini fyri Vágatunnilin kostar árliga um 2,5 milliónir krónur, meðan raksturin av sjálvum tunlinum kostar um 2,1 milliónir krónur.
Hækkaðu avgjøldini hjá nýggju samgonguni á bensin og diesel og vegskattin, geva einar 25 milliónir í meirinntøku, men hesar milliónirnar enda allar í stórapotti, tvs. ikki eitt oyrað av hesi meirinntøku fer til viðlíkahald.
Tað vil so uppaftur siga, at tey sum brúka veganetið, koyra, gjalda nógv meira enn veganetið kostar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo