Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Nú eru væl umtóktu myndabøkurnar um Meldurbýin aftur at fáa. Stóru pappbøkurnar eru um ein bý og alt har um vegir, við húsum og gøtum og óteljandi lutum. Bøkurnar siga onga søgu við orðum, men myndirnar vísa nógvar smáar søgur, sum fara fram ein vetrar-, vár-, summar- ella heystdag í Meldurbýnum. Smábørn kunnu sita leingi og hyggja at øllum smálutunum á myndunum. Pappageykurin Niko fær alt upp í ein ellubita, klárar tú at finna hann á øllum síðunum?

Meldurbøkurnar komu av fyrstan tíð út í 2006-08 og hava verið útseldar í nógv ár. Nú eru tær endiliga aftur. Týska Rotraut Susanne Berner hevur gjørt Vármeldurbók, Summarmeldurbók, Heystmeldurbók og Veturmeldurbók, og Marna Jacobsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bøkurnar út.

Náttarmeldurbók kemur í august!
Aftrat uppafturprentaðu meldurbókunum um árstíðirnar kemur ein spildurnýggj meldurbók út í august: Náttarmeldurbók.

Tað er nátt í Meldurbýnum. Fólk og djór sova friðarliga – í øllum førum summi. Onnur er akkurát nú á veg onkrastaðni og uppliva alt møguligt spennandi á lesináttini á bókasavninum, á tjóvaveiðu ella í garðveitsluni. Rotraut Susanne Berner vísir tær flagsandi flogmýs, gongutúrar í mánalýsi og fjálgar sengur og alt tað, sum gongur fyri seg eina lýggja summarnátt í meldurbýnum.

Beinir Bergsson týddi úr týskum, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo