Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Á ársaðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag varð ein óheft búskapargreining løgd fram, sum vísur, at útlendsk starvsfólk geva eitt munandi samlað nettoíkast til almenna búskapin.

Nettoíkastið er fyri árið 2022 mett til góðar 400 mió kr., um øll útlendsku starvsfólkini eru her grundað á tíðaravmarkað uppihaldsloyvi.

Um øll útlendsku starvsfólkini hava varandi uppihald, lækkar nettoíkastið til 100 mió kr. fyri árið 2022.

Tá flestu útlendsku starvsfólkini eru her grundað á tíðaravmarkað uppihald, liggur rætta talið í ovara enda av hesum spenninum millum 100 og 400 mió kr.

Í framløguni varð gjørt vart við, at talan er um eina nokk so grova meting, og at betri hagtøl kunnu gera metingina neyvari.

Tó metti búskaparfrøðingurin, sum hevur gjørt greiningina, at tað er rættiliga trygt at siga, at rætta talið í øllum førum er 250-300 mió kr.

Í framløguni varð eisini nevnt, at uttan útlendsku starvsfólkini hevði búskaparvøksturin, sum hevur verið seinnu árini verið væl minni.

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, hevur gjørt búskaparligu greiningina fyri Vinnuhúsið fyrr í ár, har hann fekk fríar hendur til at gera greiningina.

Les alla greiningina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo