Integratiónssamskiparin og starvsfólk á Útlendingastovuni vitja Sørvágs bygdaráð og onnur, hósdagin hin 12. oktober 2017.
Í tí sambandi er almenningurin vælkomin inn á gólvið í bókasavninum í Sørvágs skúla frá kl. 15.00 til 17.00, at hoyra um virksemið hjá Útlendingastovuni og høvið verður eisini at seta spurningar osv..
Tiltakið er serliga ætlað tilflytarum og familjum teirra í Sørvágs Kommunu, umframt øðrum við áhuga í integratiónsviðurskiftum. Drekkamunnur og okkurt søtt til góman verður at fáa.
Framløgur verða eisini á enskum máli. Tiltakið er liður í eini rundferð har integratiónssamskiparin vitjar ymisku kommunurnar í landinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo