Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum til føroyskar kundar var 9,1% í februar 2024 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.

Í 2023 var útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum hægri enn undanfarin ár, og hevur hann verið veksandi síðani miðjan 2022, sí mynd 1. Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum til føroyskar kundar var 9,1% í februar 2024 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.

Vøksturin í útlánunum frá føroysku bankunum til húsarhaldini hevur verið høgur tað seinasta árið, men hevur samstundis verið negativur frá donsku realkredittstovnunum, tí nógv hava skift frá donskum realkredittlánum til føroysk bankalán, sí myndina niðanfyri.

Verður útlánsvøksturin frá donskum peninga- og realkredittstovunum tikin við, var samlaði útlánsvøksturin tilamans 5,5% í februar 2024.       

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo