VP spurdi kringvarpsstjóran, Ivan Niclasen, í gjár, hvussu tað gekk við kanningini í KvF, sum varð sett í verk fyri at fáa greiðu á, hvussu tilfar í KvF, sum var umfatað av fútabanni, kundi lesast á forsíðuni á Berlingske.
Og longu í dag er Ivan Niclasen komin við einum greiðum svari til VP.
Kringvarpsstjórin sigur millum annað innleiðandi, at tá KvF átti upptøkuna av samrøðuni millum Helga Abrahamsen og Herálv Joensen – ið síðani varð umfatað av fútabanni, sum hevði við sær, at samrøðan ikki kundi almannakunngerast – var tað mest sannlíkt, at nevndu upplýsingar á Berlingske onkursvegna máttu stava úr KvF.
- KvF virdi fútabannið og spældi ongantíð og endurgav ongantíð úr samrøðuni á sínum miðlapallum. Somuleiðis sýtti stovnurin fyri at veita innlit, tá umbønir komu frá útlendskum og føroyskum miðlum, tí samrøðan var umfatað av fútabanni.
- Tá samrøðan allíkavæl varð skrivliga endurgivin í Berlingske t. 12 desember 2019, setti stjórin eina kanning í verk, sum skuldi svara, hvussu hetta kundi bera til. KT-leiðarin á stovninum gjørdi kanningina, sum var liðug um ársskiftið.
- Niðurstøðan í kanningina var, at í høvuðsheitum hava arbeiðsgongdirnar virkað sum tær skulu, men brot á trygdar- og trúnaðarásetingar hjá einum ella fleiri brúkarum er orsøk til trupulleikan.
Kringvarpsstjórin vísur á, at KvF hevur mannagongdir, ið siga hvussu tilfar skal handfarast, eisini tá talan er um – sum í hesum føri - viðkvæmt tilfar.
- Hetta tilfar verður ikki lagt í felags arbeiðsøkini fyrr enn avgerð er tikin um, at hetta skal framleiðast til onkra sending.
- Í hesum sambandi er sera umráðandi, at starvsfólk handfara tilfar í tráð við tær treytir, ið eru teimum ásett í samband við trúnað og trygd, soleiðis sum tað framgongur av Starvsfólkahandbókini í KvF.
Ivan Niclasen sigur í svarinum, at fútabannið kom stutt áðrenn Dagur og Vika skuldi sendast, og tað merkir, at júst hetta tilfarið var farið ígøgnum verkgongdirnar í arbeiðsøkinum hjá Aktuelt, tvs. tilfarið var at finna í fleiri versiónum og typum (video, tekstur, ljóð, grafikkur), og flest øll starvsfólk høvdu atgongd til tilfarið.
- Tað ber ikki til at taka tilfar, sum er sent í skipanina at senda, aftur á ein hátt, ið tryggjar, at allar versiónir verða ruddaðar burtur, fyrr enn tað er sent.
- Kanningin staðfestir, at skipanir í húsinum sostatt ikki kundu forðað fyri, at tilfarið bleiv almannakunngjørt av øðrum enn KvF. Avrit kann t.d. verða tikið av tilfarinum, eftir at tað er lagt í felags arbeiðsøki.
- Tá felags arbeiðsøkini ikki hava fult sporføri upp á brúkarar og hvussu teir arbeiða upp á tilfarið, ber ikki til at siga, um hetta er gjørt, og – um so var - hvør hevði gjørt tað.
- Kanningin staðfestir eisini, at ei heldur ber til at siga nakað um, hvussu tilfarið er komið út úr húsinum. Eitt nú hava flest øll í dag privatan teldupost hjá onkrum stórum veitara.
- Eg kann bara endurtaka, at tað er sera harmiligt, at tilfar í KvF, sum er umfatað av fútabanni, endaði í øðrum miðlum. KvF hevur eftirfylgjandi endurskoðað og hert ásetingarnar um trúnaðartilfar og trúnaðarskyldurnar hjá einstaka brúkaranum, sigur Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri í svarinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo