Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Sáttmáli varð í morgun undirskrivaður av Tórshavnar kommunu og Articon um nýggjan frítíðarskúla í Kollafirði, sum skal standa liðugur til jóla í 2025.

Arbeiðið at byggja nýggjan frítiðarskúla í Kollafirði varð boðið út í fjør og inn komu trý tilboð. Dómsnevndin mælti til at taka av uppskotinum frá Articon. Umsitingin samráddist síðan við Articon um arbeiðstøkusáttmála, sum endaði við at ljóða uppá slakar 16,7 milliónir.

Uppskotið tekur støði í tørvslýsingini, har nýggj høli skuldu útvegast til 60 frítíðarskúlabørn frá 0.-3. flokk, umframt at hava rúm til at hýsa teimum 6 ára gomlu á dagstovninum. Hædd er við hesum tikin fyri, um forskúli verður settur á stovn í framtíðini.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum í februar í ár. Eftir tíðarmetingini verður farið undir skúlan í november í ár og skúlin skal standa liðugur til jóla næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo