Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á Fyrispurning nr. 52-128/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um skanning av prostatasjúklingum, frá Árna Skaale, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógv kostar tað at senda 28 sjúklingar til Danmarkar til skanningar fyri prostata?

2. Hvussu nógv hevði tað kostað at gjørt hesar skanningarnar í Føroyum?

3. Eru fyrireikingarnar, í samband við at ein skannari er settur upp á Klaksvíkar sjúkrahúsi, gjørdar á nøktandi hátt?

4. Hvør er orsøkin til, at hesir 28 sjúklingarnir ikki kunnu skannast í Føroyum?

Svar:
Til spurning 1 og 2

Tað er vert at nevna, at tað í verandi støðu ikki er møguligt at skanna teir 28 sjúklingarnar í Føroyum (sí svarið til spurning 4). Tí eru tølini niðanfyri sett upp út frá tí fyritreyt, at tað var møguligt at skanna sjúklingarnar í Føroyum.

Tann metti meirkostnaðurin av at senda 28 sjúklingar uttanlands (um tað bar til at skanna fyri prostata á Klaksvíkar sjúkrahúsi) er sambært Sjúkrahúsverkinum umleið hesin:

##med2##
##med3##

Talvan omanfyri vísir kostnaðin av at senda sjúklingar til MR-skanning í Aalborg. Hvør skanning kostar sambært hesum umleið 8.211 kr., íroknað ferðing og uppihald, har gist verður eina nátt á sjúklingahotelli í Aalborg.

Um 28 sjúklingar verða ávístir til MR-skanning í Aalborg, verður kostnaðurin sostatt góðar 230 tús. kr., við omanfyrinevndu fortreytum.

Undir vanligum umstøðum hevur sjúklingurin ikki fylgjara við, tá ið ávíst verður til MR-skanning í Danmark.

Fyrivarni skal takast fyri, at tað í einstøkum førum er neyðugt á ávísa fylgjara við. Tá skulu ferða- og uppihaldsútreiðslur leggjast afturat omanfyrinevnda kostnað.

##med4##

Prísurin á eini MR-skanning av prostata í Føroyum kann gerst dýrari enn ásetti DRG-prísurin, eftirsum talið av skanningum er lágt, og tað vanliga gerst dýrari at tryggja førleikar v.m. í einum lítlum sjúkrahúsverki.

Til spurning 3 og 4
Sjúkrahúsverkið hevur gjørt eina ætlan fyri íverksetanina og í hesum sambandi eisini eina tíðarætlan.

Ætlanin var klár í byrjanini av 2024, og tað er hendan ætlanin sum verður fylgd.

Ein 3T MR-skannari hevur framkomna tøkni, sum Sjúkrahúsverkið ikki hevur havt áður. Sostatt er neyðugt at tryggja, at radiografarnir í MR-toyminum fáa upplæring og royndir, og tað verður m.a. gjørt við at gera kanningar, av so sum heila, liðum og ryggi. Hetta eru kanningar, sum frammanundan verða gjørdar í Sjúkrahúsverkinum á sonevndum 1,5T MR-skannara.

Prostata kanning er kompleks á ymiskan hátt, sum umframt upplæring og royndir, eisini krevur førleikamenning av starvsfólki og avtalu við røntgendeild uttanlands, sum m.a. kann tulka tílíkar myndir.

Sambært tíðarætlanini hjá Sjúkrahúsverkinum fyri íverksetanina av MR-toyminum og 3T MR skannaranum, sum var klár í byrjanini av 2024, verða hesi viðurskifti komin uppá pláss og klárt er at gera prostata kanningar í september ella oktober í ár.

Heilsumálaráðið, 18. juni 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo