Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Ungu sandflogbóltsleikararnir saman við venjarum og liðleiðara eru komnir til Bridlington, sum liggur á ensku eysturstrondini. Tá tey fara á sandin til fyrsta dystin, fara tey samstundis at skriva eitt vet av føroyskari flogbóltssøgu. Orsøkin er, at hetta er fyrsta ferðin, at føroysk lið eru við til skrásettar sandflogbóltsdystir.

Gamaní vóru føroysk lið við á Oyggjaleikunum í 2013 og 2015. Millum annað var liðleiðarin á ferðini í Bridlington, Lena í Buð úr Klaksvík, við á Oyggjaleikunum á Bermuda í 2013. Oyggjaleikadystirnir eru tó ikki skrásettir dystir í CEV samanhangi.

Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen hjá gentum og Hákun Nón og Rani Ákason hjá dreingjum verða sostatt fyrstu føroysku leikararnir, sum fara á sandin til skrásettar landsdystir í sandflogbólti fyri Føroyar. Hetta hendir, tá tey fara undir CEV-NEVZA kappingina fyri U18 landslið. Kappingin er ein fyrireiking til evropameistarakappingina, sum verður í Georgia í døgunum frá 10. - 13. juli.

Høvuðsvenjari hjá liðunum er Oleksandr Dmytriiev og hjálparvenjari er Boban Ilic. Ferðaleiðari er Lena í Buð.

Dystarskráin fyri innleiðandi bólkaspælið er hendan:

U18 Gentir - Vitalis / Johannesen:

Týsdagin 25/6:

Kl. 09.50: Vitalis / Johannesen (FAR) - Jagielska / Quinn (ENG)

Kl. 13.10: Vitalis / Johannesen (FAR) - Tchandeu / Ngatcha (ENG)

Kl. 16.30: Skjåld / Våge (NOR) - Vitalis / Johannesen (FAR)

Mikudagin 26/6:

Kl. 11.30: Jarmon / Levich (ENG) - Vitalis / Johannesen (FAR)

Kl. 14.50: Pétursdóttir / Krístiánsdóttir L (ISL) - Vitalis / Johannesen (FAR)

U18 Dreingir - Ákason / Nón:

Týsdagin 25/6:

Kl. 12.20: Ákason / Nón (FAR) - Harðarson / Hákunarson (ISL)

K. 15.40: Harsum / Buntom (ENG) - Ákason / Nón (FAR)

Mikudagin 26/6:

Kl. 09.00: Maghur / Robinson (ENG) - Ákason / Nón (FAR)

Kl. 13.10: Caesar / Gillies (SCO) - Ákason / Nón (FAR)

Kl. 16.30: Ákason / Nón (FAR) - Makowski / Cosgrove (ENG)

Nummar 1 og 2 í hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalur, ímeðan hini liðini leika plaseringsdystir.

Nakrir av dystunum verða stroymdir her: https://www.youtube.com/@VballEngland/streams 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo