Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Arbeiði hevur gingið væl, og bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan hava hildið. Tað er J&K sum hava planera økið, og Sørvágs kommuna er sera væl nøgd við væl frágingna arbeiði.

Tað skrivar Sørvágs Kommuna á heimasíðuni.

Fyrr í ár keypti kommunan 44.000 fermetrar aftrat frá Vørðufelli, til at víðka um verandi vinnuøkið. Av hesum eru 15.700 m2 longu seldir, harav 14.200 m2 til Atlantic Airways, og 1.500 m2 til Sp/f K.J.O.

Flogvøllurin er eitt høvuðsportur út í heim, og tí vil altíð vera ein natúrlig atdráttarmegi fyri vinnuna til hetta økið. Í summar kom ein høll upp at standa, sum ferðavinnufyritøkan 62N eigur. Í løtuni eru arbeiðsfólk í gongd við at byggja eina høll oman móti vegnum. Tað er felagið Arctic sum eigur hesa høllina, og teirra virksemið er bilútleigan.

Støðugur áhugi og fyrispurningar eru fyri vinnuøkinum, og Sørvágs kommuna vónar at við teimum eftirverandi fermetrunum, er tørvurin nøktaður fyribils. Umráðandi er, at allatíð hava stykki tøk til vinnuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo