Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Undirvísingarstýrið: Mánadagin 2. sept. byrjaði turboskeið í føroyskum sum annað mál fyri ukrainskum flóttum. Skeiðið er á Føroya Fólkaháskúla.

Endamálið við skeiðnum er at bjóða ukrainum, sum ikki duga enskt ella føroyskt, at læra grundstøðið í føroyskum og at tosa føroyskt til vanligt brúk á arbeiðsplássum. Næmingarnir fáa eisini tilboð um hjálp í mun til at fóta sær í føroyska samfelagnum og at luttaka í ymiskum virksemi.

Á degnum var kunnað um skeiðið. Ukrainskur tulkur var til staðar, so at øll skiltu tað, sum var sagt. Aftaná kunningina bjóðaði Tórshavnar Kommmuna øllum til kaffi og køku.

Turboskeiðið er byrjað eftir áheitan frá Flóttafólkasamskiparinum í Tórshavnar Kommunu til Undirvísingarstýrið. Undirvísingarstýrið hevur síðani skipað og lagt verkætlanina fram fyri ALS, Útlendingastovuni, Almannaverkinum, Beranum, Reyða Krossi og Tórshavnar Kommunu, sum øll hava játtað at vera partur av uppgávuni. Talan er sostatt um eitt breitt samstarv, har fleiri partar lyfta í felag.

Í løtuni eru umleið 45 vaksnir ukrainar, sum ikki eru í arbeiði. Ein av orsøkunum er, at tey hvørki duga enskt ella føroyskt. Hetta eru fólk, sum eisini hava verið ígjøgnum kríggj, ella sum hava mist onkran av sínum kæru í krígnum, og sum eru langt heimanífrá uttan at kunna samskifta. Hesir vaksnu ukrainar hava førleikar og kunnleika, og hava víst áhuga fyri at arbeiða í Føroyum, men eru tó ikki komin í starv. Hugskotið er at hjálpa hesum fólkum á leið.

Ætlanin er, at næmingarnir møta 3 ferðir um vikuna til málundirvísing og tveir dagar til annað virksemi.

Annað virksemi umfatar:

  • sálarliga hjálp til hvønn einstakan næming ella bólk, sum Berin skipar fyri

  • vegleiðing, sum ALS skipar fyri, har tey greina førleikarnar hjá hvørjum næmingi og vegleiða í einum møguligum arbeiðsøki, har størv eru tøk

  • kunning um heilsuverkið, bankaviðurskifti og almennar tænastur, sum Útlendingastovan skipar fyri

  • mentanar- og frítíðarprogram, sum Reyði Krossur og Tórshavnar kommuna skipa fyri

- Tá skeiðið er liðugt, hava næmingarnir vónandi fingið møguleikan fyri at læra grundstøði í føroyskum til dagligt brúk á arbeiðsplássum, og kunnu harvið lættari luttaka í føroyska samfelagnum og á einum arbeiðsplássi. Harumframt fáa næmingarnir í boði at melda seg til víðari málskeið í føroyskum sum annað mál. Sum tað fyrsta verður FSA-undirvísing skipað eftir galdandi námsætlan, men lógin loyvir eisini ítøkiligum skeiðum fyri ávísar málbólkar. Tað er gleðiligt, at fleiri partar kunnu samstarva. Um skeiðið eydnast, kann tað skapa grundarlag fyri fleiri líknandi tilboðum, sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo