Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-139/2023 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um starvsfólka- og leiðsluviðurskifti á Skálagarði

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru starvsfólk úr øðrum londum komin at arbeiða á Skálagarði hesar seinastu vikurnar?

2. Er tað rætt, at partur av Skálagarði verður brúktur til íbúð til arbeiðsfólk, sum eru komin úr øðrum londum at arbeiða á Skálagarði?

3. Nær kann væntast, at ósemjan millum leiðaran á Skálagarði og Almannaverkið verður loyst, soleiðis at búfólk og starvsfólk á stovninum fáa ein tryggan og virðiligan gerandisdag aftur?

Til nr. 1:
Tann 17. juni 2024 byrjaðu trý donsk starvsfólk frá donskum vikarbureau á Skálagarði. Setanin er fyribils í 14 dagar.

Tað er ein stór avbjóðing at fáa skikkaði starvsfólk í øll størv, bæði á Skálagarði og í restina av Trivnaðardeplinum undir Almannaverkinum – serliga á teimum økjum har kapping er um starvsfólk. Hetta sæst innan flest allar geirar.

Summarið er serliga avbjóðandi, av tí at starvsfólk skulu halda summarfrítíð. Hetta er einki serdømi, hvørki fyri Skálagarð ella fyri aðrar stovnar undir Almannaverkinum. Hetta var eisini støðan síðsta summar.

Til nr. 2:
Enn er ikki fult virksemi á Skálagarði, av tí at tað er trupult at fáa skikkaði starvsfólk í øll størv. Av hesi orsøk er einki virksemi á ovastu hæddini. Ovasta hæddin fevnir um kømur við vesi og felags alrúmi. Starvsfólkini húsast á hesi hæddini.

Tá stutt er millum vaktir er ikki óvanligt, at starvsfólk sova í tómu kømrunum. Soleiðis hevur eisini verið, áðrenn danskir vikarar vórðu settir at avloysa í summarfrítíðini.

Almannaverkið roynir altíð at tryggja at gerandisdagurin á einum stovni er tryggur og virðiligur hjá búfólkum og starvsfólkum. Eg kann leggja afturat, at leiðsla er á Skálagarði, meðan verandi leiðari er burturstødd, og at leiðslan tekur hond um borgararnar, um hesir føla seg ótryggir.

Tað ber í verandi løtu ikki til at siga endaliga, nær ósemjan millum leiðaran á Skálagarði og Almannaverkið verður loyst. Samskifti er millum partarnar og hoyringarfreistir skulu haldast.

Miðað verður eftir at avgreiða málið sum skjótast og uttan ógrundaðan steðg.

Starvsfólkini, sum eru sett á Skálagarði, eru fakliga dugnalig og brenna fyri at geva borgarunum á Skálagarði eina góða tænastu. Starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við leiðsluni á Skálagarði fyri at skipa Skálagarð og at tryggja, at búfólkini fáa ein tryggan og virðiligan gerandisdag.

Tórshavn, 27. juni 2024
Sirið Stenberg,
landsstýriskvinn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo