Lít fult og fast á at tú kanst, so er málið longu hálvrokkið
- Teddy Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Umhvørvismálaráðið: Ingilín D. Strøm, Dennis Holm og Høgni Hoydal, landsstýrisfólk hava í dag undirskrivað eina trípartaavtalu um umhvørviseftirlit við skipum. Talan er um eina dagførda avtalu, sum markar arbeiðsbýtið millum Vørn, Sjóvinnustýrið og Umhvørvisstovuna.

Sambært avtaluni, hava Vørn og skipini hjá Vørn eftirlit við, at skip ikki dálka sjóøkið kring Føroyar við olju, burturkasti, óviðgjørdum kloakkspillivitni og øðrum. Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við, at skip undir føroyskum flaggi og FAS skip, lúka altjóða krøv um at hava góðkendan útbúnað og skipanir umborð, sum tryggja, at umhvørviskrøvini kunnu haldast. Umhvørvisstovan hevur eitt nú eftirlit við, at móttøkuskipanir fyri olju, burturkast og óviðgjørt kloakkspillivatn í havnum, er sambært ásettum krøvum.

Gjørda avtalan tekur hædd fyri, at umhvørviseftirlitið kann verða víðkað til barlastarvatn og krøv viðvíkjandi luftdálking frá skipum.

Samstarvsavtalan kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo