Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Lønarlyftið hjá Pedagogfelagnum, Heilsuhjálparafelagnum og Heilsurøktarafelagnum, sum kom í gildi tann 1. januar 2024, bleiv útgoldið fyri fyrstu ferð í apríl og mai 2024. 

Lagt er ikki upp fyri hesum lønarlyfti í fíggjarætlanini 2024, tí tað var ógreitt, hvørja upphædd talan fór at verða um.

Kommunustjórin, fyrisitingarstjórin, trivnaðarstjórin og heilsu og umsorganarstjórin mæltu til at játta íalt kr. 16,9 mió. Upphæddin verður fíggjað av meirinntøkum fyri 2024.

Fíggjarnevndin samtykti 11. juni at taka undir við tilmælinum. Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi í kvøld, men tá talan er um eykajáttanarmál, so skal tað hava tvær viðgerðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo