Eftir at tað koma fram í Degi og Viku í gjár, at hin ungi Tóki Jansson ikki fær stuðul burturav almennu filmsjáttanini at gera animasjónsfilmin ”SkúlaScam”, hevur VP spurt Tóka, um hann nú gevst at gera film.
Hann svarar í morgun:
- Also nei, animasjón fari eg ongantíð at gevast við, bara av hasum.
- Eg geri ikki film bara fyri fólkum, eg geri tað fyri meg sjálvan.
- Eisini hetta er okkurt, eg kann minnast, og at eg havi gjørt okkurt, sum eg elski at gera, sigur ungi Tóki Jansson í svarinum.
Les eisini:
Viðvíkjandi føroyska animatiónsfilminum ”SkúlaScam” hjá Tóka Jansson
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo