- Tingfundurin verður í dag, sigur tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni, í svari til VP.
Miðlarnir skrivaðu annars fyrr í dag, at eitt tingfólk var smittað, og mett var tí, at tingfundurin helst fór at vera avlýstur.
Men tingfundurin verður sum ætlað klokkan 13 seinnapartin í dag, sambært tingformanninum.
Javnaðarflokkurin hevur júst sent tíðindaskriv út, har sagt verður, at Kristianna Winther Poulsen avloysir Ingilín Strøm, sum er vorðin sjúk.
- Allir aðrir tinglimir hjá Javnaðarflokkinum hava negativa koronukanning at vísa, og tí hevur flokkurin boðað umsitingini í Løgtinginum frá, at flokkurin heldur, at tingfundur kann haldast í dag sum ætlað, skrivar Javnaðarflokkurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo