Tað tekur tvey ár at læra seg at tosa og 60 ár at læra seg at tiga
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tema

- Eg haldi ikki, at tað skal bera til, at barnleys fáa børn við hjálp frá einari surrogatmammu.

Hetta sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygadóttir í eini viðmerking til greinarnar á VP um eitt par í Sandavági, sum hevur rindað eini kvinnu í Kiev í Ukraina fyri at gingið við teirra børnum.

Landsstýriskvinnan ætlar ikki at hjálpa barnleysum, sum velja at brúka eina burðarmammu, at bera teirra børn.

Fleiri lond loyva barnleysum pørum at brúka burðarmammur ella surrogatmammu í teirra londum, har ein kvinna gongur við barninum og letur barnleysa parinum barnið ella børnini eftir, at hon hevur átt.

- Trupulleikin við barnloysi eigur ikki at loysast við keypi ella sølu av óføddum børnum. Vit eiga sum samfelag at forða fyri, at børn gerast handilsvøra, og at fátækar kvinnur skulu noyðast at vinna til lívsins uppihald við at gerast surrogatmammur fyri tey, sum hava ráð at gjalda, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Landsstýriskvinnan ger greitt, at hon ikki ger viðmerkingar til ítøkilig mál, men hon er biðin um viðmerking, tí eitt par í Sandavági herfyri vísti á, at tey endaðu í eini løgfrøðiligari fløkju, tá tey brúktu møguleikan at hava eina ukrainska kvinnu at at bera teirra tvíburar.

Men hvørki tey ella onnur skulu vænta sær stuðul frá landsstýriskvinnuni.

- At peningur er íblandaður mál um børn stríðir móti grundleggjandi prinsippum í okkara samfelag, nevniliga at børn skulu hvørki kunna keypast ella seljast. At peningur er íblandaður, kann eisini hava við sær sera óhepnar og ótolandi lagnur, bæði hjá surrogatmammu og eggdonori, men sanniliga eisini hjá børnum og øðrum viðkomandi, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Í Sandavági hevur pápin foreldrarættin, tí hann lat sáð, og børnini fáa væntandi danskan ríkisborgararætt í hesum mánaðinum, men landsstýriskvinn ætlar ikki at stuðla konuni at kunna ættleiða børnini.

- Vit hava greiðar reglur um ættleiðing, sum millum annað áseta, at samsýning til biologisku mammuna ikki skal vera ein partur av eini ættleiðing. Um hetta er so, kann ættleiðingarloyvi ikki latast.

Eftir danskari lóg er ikki loyvt at gjalda eini burðarmammu í Danmark at ganga við einum barni fyri eina aðra kvinnu, men tað er ikki ólógligt at rinda eini burðarmammu uttanlands fyri at bera eitt barn fyri seg.

Eftir danskari lóg er eisini ólógligt, at sjúkrahúsverkið hjálpir við sambandi millum eitt barnleyst par og burðarmammur.

Hinvegin er tað ikki ólógligt, at ein kvinna, sum stendur eini barnleysari kvinnu nær, kann bera eitt barn fyri hana. Talan kann verða um eina systur ella vinkonu, men treytin er, at pengar ikki eru ímillum. Ikki annar peningur enn rímiligar útreiðslur, sum burðarmamman kann hava.

Hetta eru ásetingar í danskari lóg, sum ikki er sett í gildi í Føroyum, men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, ætlar at leggja uppskot til líkandi lóg fyri Løgtingið seinni ár.

- Eg ætli mær at forða fyri skipanum, sum eru ætlaðar at fáa í lag samband millum eina kvinnu og ein annan, sum ynskir, at kvinnan skal eiga eitt barn til viðkomandi, sigur landsstýrskvinnan í viðmerking við VP.

Hetta er sætta greinin um søguna hjá Jettu Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen, sum fingu eina burðarmammu í Ukraina at bera teirra børn.

Les hinar greinarnar her:

Kvinna úr Ukraina bar okkara børn

Gift og til Ukraina fyri aðru ferð

Pening til góðan mat

Barnagrátur í Kiev

Tvíburðar fáa væntandi ríkisborgararætt

Skrivað fyri VP hevur Øssur Winthereig, Press

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo