Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað undrar ikki, um Demokratar skifta Biden og Kamalu út við nýggj valevni.

Dems eru komnir í svára neyð av tí dementa og korrupta Biden-klaninum.

Skifta teir hann út eftir SV-kjakið næstu viku ella á flokstinginum í august?

Dems var flokkurin fyri trælahaldi, Ku-Kluks-Klan, Jim Crow og rasuskilnað.

Teir hava ongan moral, men bert eitt mál: Einflokkaskipan og einaveldi.

Tí hava teir drigið 12 mió rekavætti, 80% menn í 15-25 ára aldri, inn í USA.

Dems hava ætlað, at Trump situr í fongsli 5. nov fyri íspunnar ákærur.

Fongsling av landsins fyrrv forseta og nú valevni hoyrir til í bananrepublikkum.

Størsti váði er Kamala, hálvbýtt ‘gnisi-gás’, sum við vissu hevði tapt valið.

Lógin krevur varafosetan sum valevni, um forsetin fellur frá.

Men eitt lógarbrot sum at sleppa undan Kamalu er smáting fyri Dems.

Eitt ungt Dem forsetavalevni hevði helst tikið atkvøður frá ‘Orange Man Bad’.

Biden senilur longu í 2020
Nógv veldst um, hvussu Biden klárar SV-kjakið móti Trump í næstu viku.

Gongst honum illa, hóast peppaður upp við ‘speed’, blaka teir hann av lista.

Men tann sjálvglaði Trump kann reypa og leypa framav og so styrkja Biden.

Ein styrktur Biden hevði gjørt tað truplari hjá Dem at vraka hann sum valevni.

Biden er 81 ár nú og var senilur til valið í 2020 í hvørjum hálvum eyga.

Hann er patologiskt lygivætti, ið er ríkiliga filmprógvað á YouTube.

Fleiri stuðla nú Trump hóast 78 og eftir at verða funnin ‘sekur’ í 34 ákærum.

Brotsliðið kring Biden hevur reist 4 sakarmál við 91 ákærum móti Trump.

‘Går den, så går den’. Ákærupunktini eru uttan fordømi í rættarskipanini.

Lógloysið stingur í eyguni
Tey, ið fylgja neyvt við politikki í USA, fata, hvussu lógleyst landið er blivið.

Dems hava kaprað Løgmálaráðið, ið annars skal vera óheft av partapolitikki.

Sama akademikarar, almenn starvsfólk, stovnar, lærarafeløg og miðlar.

Stríðið stendur millum kollektivismu og heimsins sterkasta, fría búskap. 

Vesturlendska 80% miðlamonopolið skammrósar Biden og spillir Trump út.

FBI dylur, at fíggindar USAs hava mutrað Biden-klanin við mió av USD.

KvF og føroyskir miðlar hava skammróst Biden og spottað Trump í 9 ár.

(Video viðheft hesi greinini vísir ta partísku tíðindadeildina í Sortudíki).

Biden sovnar og dettur, møsnar, fratar kongaligt og skítur í buks pávaligt.

Munur á monnum, Trump og Biden
Dems ræðast, at Trump fær størri og Biden minni undirtøku fram móti 5. nov.

3-falt fleiri ‘svørt og brún’, ung, kvinnur og verkafólk stuðla Trump enn í 2020.

Flestir hvítir menn hava atkvøtt fyri Trump síðan 2016, og nú eisini kvinnur.

Fólk flest minnast 4 ár aftur, tá Trump ráddi, og tey livdu betur fíggjarliga.

Tá var árliga inflatiónin 1,4% í miðal. Nú er miðal prísir 20% hægri við Biden.

Bensin og diesel kosta 47% meiri, eftir at Biden lækkaði oljuframleiðsluna.

8 mió nýggj arbeiðspláss komu undir Trump. Arbeiðsloysið var metlágt.

Friður valdaði kring heimin við Trump. Nú er kríggj fleiristaðni við Biden.

Trump fekk ikki arbeiðsfrið, tí Dems saksøktu hann 3 ferðir í 4 ár.

Tramin leysur við Biden síðan 2021
Trump steðgaði við markarmúri móti Mexico ólógligu tilflytingin til USA í 2020.

Biden opnaði markið aftur fyri tilflytarum til at útvega Dems nýggjar atkvøður.

Síðan 2021 eru 12 mió rekavætti komin ólógliga til USA úr 160 (l....)londum.

Flestu duga ikki enskt, ikki at rokna, lesa ella skriva, valla á sínum móðurmáli.

Tey fáa visakort, snildfon, sosialhjálp, heilsurøkt og innivist fyri $10-tals mia.

Lógloysi, brotsverk, neyðtøkur og morð eru økt. Láglønt Í USA eru mest rakt.

Frá 2021 hevur staturin lænt og prentað $10 bill íalt til at keypa atkvøður fyri.

Skuldin er nú $35 brill og økist $1,5 bill p.a. Rentan kostar meir enn hermegin.

BTÚ-ið er $25 bill. Hesar lántøkur gera prísvøkstur, ið hóttir búskapin hjá USA.

Húsaprísir og –leiga eru hækkað 45%. Tað er svárt hjá fólki við láginntøku.

Lønirnar fylgja ikki við, og í miðal er keypiorkan $3.000 lægri enn í 2020.

Undirtøkan fyri Biden liggur um 37%, ið er lægri enn hjá nøkrum forseta fyrr.

Men sosialistiska úrvalsliðið fram við Eystur- og Vesturstrondini hatar Trump.

Tí stuðla bert 45% Trump, ið er lægri enn neyðugt at til tryggja honum valið.

Hann kann gerast ov stuttur í teimum 5-7 ‘svingstatunum’, ið avgera úrslitið.  

Biden hvaðna verri enn Trump
Fleiri veljarar halda, at Trump hevði roynst betur enn Biden á flestu økjum.

Trump hevði steðgað ólógligu tilflytingini, ið ger USA til eitt 3. heimsland.

Trump hevði aftur loyvt boring eftir olju- og gassi til at tálma inflatiónini.

Hann gjørdi USA orkuóheft av tess fíggindum, tá hann  loyvdi boring í 2017.

Bert Trump kann steðga mexikanskum kartellum, narko- og sexbarnahandli.

Hann hevði styrkt løgregluna, so ringast brotsraktu býarpartar fáa frið aftur.

Trump hevði styrkt hermegina, so fíggindar USAs ikki byrja kríggj sum nú.

Putin brúkti veikleikan hjá Biden til at leypa á Ukraina, og Iran á Ísrael.

Vestanlond hava svárt brúk fyri USA móti Putin, Xi, Kim, og Khamenei.

Dems kunnu beina fyri Trump
Dems er flokkurin, ið beindi fyri sínum egnu: JFK, RFK og MLK.

Myrða teir sínar egnu, fellur teim lætt at skifta Biden út ella beina fyri Trump.

Teir blúgvast ikki við at drepa fyri at kradda og tryggja sær alt politiskt vald.

Teirra mál er at svika seg til eitt USA, ið er eitt einflokka sovjetlýðveldi.

Nú skifta teir hvíta meirilutan í USA út og innflyta heimsins útskot ístaðin.

Teir hava mutrað ‘síni’ svørtu við $20 bill tils. í sosialhjálp síðan 1965.

73% av svørtum børnum verða fødd og uppald av mammuni.

Dems svika við ‘brævatkvøðum’ uttan undirskrift í ‘svingstatum’, til teir vinna.

75% av øllum ‘brævatkvøðum’ eru frá Dem ‘veljarum’, livandi sum deyðum.

Hvørt framkomið land í heiminum er liðugt at telja atkvøður valkvøldið.

Men í USA telja Dems atkvøður í svingstatum upp í vikur eftir valdagin.

Trump og Reps skulu ikki kanna sær bitan, fyrrenn hann er svølgdur.

Dems duga nógv betur at svika til val enn Reps, ið ikki drepa fyri at fáa vald.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo