Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Soleiðis tók Leon Joensen til, um vánaliga uppmøting. Og vánalig uppmøting er daglidagur her á Skúlavegnum.

”Hví skulu vit møta upp, tá lærarnir ongantíð møta upp?”. Hvussu oftani hava foreldur ikki hoyrt hettar, tey seinastu bæði skúlaárini ? Vit høvdu enntá lyndi til at træta okkara egnu ungu til lygn. Tí hvør skuldi annars trúð tí?

Tað gekk sjón fyri søgn fyrra veturin. Onkuntíð komu upp í 5 lærarabilar eftir Skúlavegnum, ímillum klokka átta og kvart yvir átta. Kanska er tað ikki so lætt at verða lærari. Formaðurin í lærafelagnum grenjar javnan um arbeiðsumhvørvi. Sálarkanningar um lærarastress. Men er tað so, at lærarar eru stressaðir, so skal tað ikki ganga út yvir børnini. So má formaðurin syrgja fyri at sjúkramelda.

Vit onnur í privatu vinnuni hava stempulklokkur. Vit straffa okkum sjálvi fyri hvørt minutt vit koma ov seint.

Men lærarir skulu uppala børnini til førleikar og pliktir restina av lívinum. Hava sjálvir pliktir meira enn bara seg sjálvan.

Skúlastjórin hevur ongan myndugleika yvir voksnum lærarum. Líka so lítið hevur hon myndugleika yvir foreldrum. Einasta verktøj hon hevur eru formaningar. Og formaningar hjálpa bert, tá sendari og móttakari eru á somu bylgjulongd. Men har hevur skurra alt ov nóg á linjuni.

Nýggji skúlastjórin í Sørvági eigur at vita at hon má reisa seg upp í stólinum. Kanska kundi hon sett teir morguntungu lærarnarnar til at møta til støðgin klokkan hálgum tíggju. Og so kundu teir heldur tikið seinnaparts tímarnir, tá teir hava gníggja svøvnin væl úr eygunum.

Fløvur er hitin frá hondum sum sleptu
Tað var nú í vár, at onkur á røktarheiminum klagaði sína neyð. Tey gomlu sótu so einsæris. Ongin gav sær fær um, at tey vóru har. Ein mamma úr Suðuramerika sum undraðist á hettar, fór út á skúlan. At siga teim hvussu  mentanin í teirra nógv fátæksligari umhvørvi var. At tey settu eina æru í at taka sær av sínum gomlu.  Jú, jú, hettar skuldi nokk verða tikið upp.

Nú er so skúlaárið liðugt, og tey gomlu sita har. Tey bíða, og bíða. Tey hava so góða tíð. Tey kunna saktans bíða. Hava ikki annað at gerða. Bíða inntil vit hava funnið pláss í okkara stressaða kalendara. Tað er so nógv annað sum pressar seg inn í dagligdagin. Nú er so TikTok komið aftrat. Tað var næstan nokk við Facebook og YouTube. Og so SnapShat og Messenger. Linjunar ganga heitar. Altíð online. Hettar er vorðið okkara lína til lívið.

Tað bleiv so ikki hettar skúlaárið at vit høvdu tíð til okkara gomlu.. Kanska næsta ár. Ella kanska árið eftir.

Allastaðni klaga tey um at tey ungu eru vorðin so rótleys. Einsemi, stress, depresjónir. Tað var tann tíð tá Árni Olsen sat eina sum sálarlækni. Nú hava vit 35 sálarlæknar. Og vit mangla alt fleiri. Ein skuldi trúð, at Facebook, TikTok og glæstriverðin við øllum tí góða, gav lívinum fyllu. Ríkiligt av fyllu og gleði.

Vit hava ikki longur tey gomlu at belembrast við. Yvir á Sýnuna við teimum. Leyst og liðugt. Nú skuldi tað verið so gott, so gott.

Hvat er tað sum er gingið so galið við okkara ungu?

Tey ungu eru lyft upp um skíggini. Hyggja vit eftir farna skúlaárið.

Í novembur mánaða var tað Galla veitsla. Ein stórfingin veitsla fyri framhaldsdeildina. Lyft upp sum prinsar og prinsessur. ”Tit eru nakað serligt”. Sikkurt nokk vælfortjent, at tey verða sett í sentrum.

So var jólatræð við sangi og framførslum. So var tað seinasti skúladagur í mai mánaða við fagnaði, skúlakoyring og veitslum eina heila viku. Og nú til seinast prógvhandanin. Enn ein gallaveitsla.

Víst gera tey á skúlanum nógv fyri at lyfta tey ungu upp. At gera tey til nakað serligt. Og tað duga tey so væl.

Allan prís verdugt. Men tað er líkasum at antin er tað ov nógv, ella so manglar okkurt. At tað ikki er ordiligani í javnvág.

Okkara frálíku prestar her vesturi prædika í kirkjuni um gleðina sum liggur í at gleða onnur. At gleðin er nakað vit eiga at hava í felag. At stórsta gleðin, er at tað, sum vit geva frá okkum. Og ikki tá vit móttaka, soleiðis sum vit ofta halda. 

Hvat er tað sum ger at vegurin er so langur yvir til røktarheimið á Sýnuni? Tað eru jú okkara egnu gomlu sum sita har.

Tað hevur altíð verið okkara mentan at gleðast við teim gomlu, líka so væl sum at gleðast um tey nýføddu.

Men tey gomlu eru vorðin alt meira ein farin tíð. Tey eru á veg út. Tey eru ikki ”Inn”, men ”Out”. Og hvør tímir tað? Vit tíma ikki at samla uppá gamalt skrambul. Út við tí gamla. Inn við tí nýggja. Um tað so eru klæðir, køkar, bilar ella tey gomlu.

Men tey gomlu hava tíðina. Ta tíðina, sum stressaði foreldur ikki hava. Og vitanina. Eina langa lívssøgu. Við lærdómum um lívið. Kann tað verða gott at kvetta hendan liðin vekk? Kundi kristni sum er lærugrein í skúlanum, ikki verið umsett til meiningsfulla handling í staðin fyri tóma teori? Stórsta gleðin hjá eldri er heilt víst at síggja og fylgja við teim ungu ættarliðunum sum koma aftaná tey sjálvi. Tað er roynt aðrastaðni til stóra gleði, bæði fyri tey ungu og fyri tey gomlu, gloymdu á røktarheimum.

Gamli Skúli
Tað var Petur Kruse, borgarstjóri, sum tá, vildi varðveita Gamla Skúla í sínum uppruna. Ístaðin fyri at ríva hann niður. Sera framskygt mega vit siga. Í dag eitt prýði fyri okkara bygd og okkara søgu. Men tað hevur ikki altíð verið so prýðiligt.

Tað eru nú júst 100 ár síðan D.D. kom til Sørvágs. Daniel Danielsen kom úr Kvívík og var skúlastjóri her í knapt 40 ár. D.D. var eitt neyðarróp frá lokalu myndugleikunum. Skúlin var mestsum yvirtikin av búllum. Hettar var áðrenn oljufýrin var uppfunnin. Í Gamla Skúla var ongin oljufýr. So partur av læraralønini var frítt kol. Men drongirnir høvdu tikið læraran, og koyrt hann niðar í kolkassan. Og so høvdu teir sett seg omaná loki. Soleiðis gingu dagarnir. Skúlagongdin var anarki.

Tá D.D. kom til Sørvágs, var hann rætti maðurin til uppgávuna. Tá kom ordan í skúlan.

Tað var ikki lukkiligt at koma ov seint. Alt óreglusemi førdi til eftirsiting. Ein tíma ella tríggjar tímar skuldi tú sita, eina í skúlastovuna aftaná skúlatíð og gera leksjur.

D.D. var stórur maður. Sterkur sum ein bjørn. Hevði hendur sum pottalok.

Men eisini lærarir høvdu møtiskyldu. Tann eini lærarin hevði tað fyri, at koma ov seint hvønn morgun. Hettar hevur verið áðrenn 1960. Men børnini vóru kvik. Tey loggførdu gjøgnum ein heilan mánaða uppmøtingina. Og fóru so til skúlastjóran. D.D. kom inn í klassan. Gav læraranum eina reprimandu, um at syrgja fyri at møta til tíðina. So tók hann læraran korporliga, og dróg hann oman í læraraverilsi. Gav honum eina ordiliga yvirháling og eina leksjón um sínar pliktir sum lærari. Eftir hettar var ordan í, líka inntil D.D gavst summari 1964.

D.D. fekk tilskunda, at fáa bygt ein svimjihyl, har uppi sum barnagarðurin er nú. Sørvágsbørn blivu so dugnalig at svimja, at tey fingu fleiri diplom, fyri at verða best í svimjing í danska kongaríkinum. Har hingu eini 4 diplomir á vegginum á læraraverilsinum, sum D.D. var tíðuliga stoltur av. Jón Hestoy hevði áhuga í hesum til føroysku svimjisøguna. Men tað er rivið niður og koyrt vekk. Sum so nógv her hjá okkkum. Hví samla uppá gamalt skrambul?

Spell eisini, at tað ikki eru myndir av teim ungu, sum lupa eftir høvdinum av brúnni niður í gamla svimjihylinum. Kanska onkur liggur inni við foto.

Umframt D.D., so var tað Napoleum, Pola, sum hevði svimjingina. Hann var ein úrmælingur í svimjing. Kullan undir brúnni var tað djúpasta í hylinum. Vit vita um fleiri, sum lupu út av brúnni, av gerlendaranum. Eitt nú Agnar hjá Djóvinum. Eitt foto sum var á facebook er av Leif Nolsøe tá hann leyp, eisini av gerlendaranum.  Líkasum D.D. og Pola, óførur at fara niðan í svimihylin við børnunum.

Ein dagin tá tey svumu, leyp Diaba í Holdanshúsi av brúnni, eftir høvdinum. Okkurt fór av sporinum í lopinum, tí Diaba rakti í helluna. Ein sum var har, segði tað var sum grindadráp. Og Diaba var liggjandi á botni. Pola sá hettar. Hann stoytti seg niður á botn, fekk fatur á Diaba og fekk hann uppá turt.

Tann gamla tíðin var kanska mest um at yvirliva. Vitanin var ikki sum hon er í dag. Ongin vitan um orðblind, ella aðrar væntandi førleikar. Tey blivu øll stemplaði sum sibbar. Skuldu sita aftast í klassanum. Fortapt. Ikki tí tey vóru býtt. Slettis ikki. Onkur av hesum sibbunum, endaðu seinni í høgum størvum. Onkur enntá sum professari.

Í dag vita vit meira. Vit duga betur. Men lata vit tað koma til sín rætt?

Tað er ein skylda hjá skúlanum at samantvinna okkara fortíð við okkara framtíð. Á fleiri økjum kundi tað verið gjørt betur. Øll eru vit unikk, so ella so. Bæði okkara ungu og okkara gomlu. Tað fokus sum skúlin í dag hevur á teim ungu, skal ikki skyggja fyri øllum hinum. Tí so skapar tað ein ójavnað. Tey ungu eiga ikki at standa, uttan at verða stuðla við hinari restini. Alt sum verður lyft ov høgt, hevur lyndi at ikki bera seg sjálvt. At falla niður aftur. Og so eru vit aftur í byrjanini. Hvat hava vit tá vunnið?

Okkurt eigur at siga okkum, at tá stórsta avbjóðing hjá nýggju ættarliðunum er mangul á sálarfrøðingum, so má skúlin taka í egnan barm. Er tað minni yvirskiping, størri frælsi hjá tí einkulta skúlanum, hjá tí einkulta læraranum ella annað sum ger munin?

Lærarafelagið kundi byrja við at reisa seg í stólinum, busta dusti av klæðunum. Skyma seg um og handla. Eitt er babb, annað eru arbeiðshandskar. Og í Sørvágs Skúla kundu vit byrja við at rætta uppá møtingarskylduna.

Tí leiðin fram sær minnst líka lang út sum undir D.D.

Rune Nolsøe

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo