Bárður Larsen á Facebook: Harvardprofessarin Adrian Vermeule kallar sokallaðu progressivu liberalismuna í Vesturheiminum fyri sakramentala liberalismu. Hann metir hesa ájavnt eina religión. Henda er eisini eftirhondini dominerandi í Føroyum. Progressiva religiónin hevur egin ritual og sakramenti, serliga hetta ótroyttiliga at provokera tey konservativu fram á torg fyri at fáa tey at spæla rolluna sum myrkursins kreftir (tann óndi) til tey liberalu at avnokta og serimonielt og dramatiskt sigra á. Undirliggjandi sakin, ella ítøkiligu rættindini, eru minni viðkomandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo