Hendingin var í Miðvági í morgun, har menn vóru í holtur við sítt arbeiði í samband við alivinnuna á vágni.
Maðurin, sum var sjálvur annar úti á einum av aliringunum, er antin gliðin á sjógv og druknaður ella hevur fingið eitt dánilsi ella ein tilburð av einum hvørjum slagi. Tann sum var saman við manninum sá ikki, tá tað hendi, og veit tí ikki nágreiniliga, hvat er hent.
- Nógv var gjørt fyri at geva lívbjargandi fyrstuhjálp á staðnum, men tá maðurin var komin á Landssjúkrahúsið kundi staðfestast, at hann var deyður, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn við VP.
Maðurin var 52 ár.
Líkskurður verður hósdagin, og Arbeiðseftirlitið fer nú at kanna tilburðin.
Tey avvarðandi hava fingið boðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo