Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Góði Svend – holli starvsfelagi - hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum, sum var 2. januar 2024. Takk til bankan og tykkum í matstovuni fyri at skipa fyri hesi hátíðarløtu.

25. apríl 1966 var ein stórur dagur á Varpinum, tá ið eitt dreingjabarn sá dagsins ljós – á sjálvum flaggdegi Føroya, ella á Markusarmessu eftir evangelistin Markus. Constansa Joensen, tiltikin jarðarmóðir og bóndakona á Dunganum á Syðradali tók ímóti dreingjabarninum hendan flaggdagin – og var tað Svend.

Yngstur av fimm systkjum hjá Poulinu og Hans hjá Hansen á Varpinum í Klaksvík. Hans var handilsmaður burturav. Hini systkini eru Sørin, Elsebeth, Per og Pól. 1966 var eisini størsti árgangur av børnum í Føroyum nakrantíð – árið eftir byrjaði rættuliga at falla og frameftir. Orsøkin var p-bollarnir.

Tað, at tú bleivst bankamaður mundu fá væntað í tínum grannlagi og í umhvørvinum. Onkran stampin engdi tú á Stongunum hjá Oyggjarmúla, har Ásmund Nólsoyingurn var formaður, hjá Granit, har Effei Millum Garðarnar var egningarformaður, og tá tú plagdi at spæla tær á Vágni við jolluni Rospiggen II við leysamotori, so varð væntandi at tú fórt at velja sjómansleiðina, ið so mangur annar klaksvíkingur hevði gjørt undan tær.

Klaksvík hevur eina serliga vevisøgu. Tað var til Klaksvíkar, at svenska Aina Cederblom, ævintýrari, vevilærari og listakona kom við lítla báti sínum Rospiggen II við páhengsmotori í 1933. Hon slapp síðani til Grønlands við Stellu Mariu, haðani hon ætlaði at sigla við Rospiggen II til Amerika. Tað gekk ikki og seinni kom hon aftur og bygdi í 1934-1935 vevskúlan úti í Grøv.

Hans Hjá Hansen, pápi Svend, keypti Rospiggen, lítlu jolluna hjá Ainu Cederblom, og hevði hann jolluna í neystinum norðuri á Strond. Og tað var við hesi jollu Svend plagdi at spæla sær við á Vágni. Vakurt og snøgt áttamannafar høvdu tit eisini. Í dag hevur Norðoya fornminnissavn Rospiggen í varðveitslu úti í Klaksvíkini.

Tó, at tú ikki valdi sjóvegin, so royndi tú teg í kappróðri á toftini á Fípuni Føgru, men tað mundi gingið galið einaferð tit fóru út á Pollin, um Klakkin og út á streymasjógv - ein glaða kom strúkandi og allir á manningini á Fípuni tveittu seg niður í bátin.

Men so komu boð eftir tær úr Føroya banka og tú tókst av.

Tíni fyrstu góð tjúgu ár var á deildini hjá Føroya banka í Klaksvík undir leiðslu av tí kenda Jóanesi Poulsen – Jóanesi í bankanum. Síðani komst tú til Havnar at starvast, og í slaka helming av hesum árum hava vit verið tættir starvsfelagar í somu deild í privatkundaráðgevingini. Sigast kann um teg Svend, at tú hevur íborið at fara væl um og veita okkara kundum góða og holla ráðgeving; ert álitisvekjandi, vinsæla medferð og dugur væl at lurta og lata kundan koma til orðanna. Eitt sereyðkenni fyri teg er eisini, hvussu væl tú kunnar teg um viðurskifti, ið hava við bankan og hava ávirkan á okkara kundar. Tú ert broytingarhugaður og setir teg skjótt inn í tað nýggja. Kappingarhugaður og dugur væl at fáa kundan at taka av hjá okkum – ikki minst á íløguøkinum. At læra frá tær er títt eyðkenni og mangir næmingar hava fingið holla upplæring við tær sum næmingavegleiðara. Tað var eisini títt uppskot, um at fáa meg at verða íløguráðgevi saman við tær – takk fyri tað.

Men vit hava kenst væl longri enn hesi 40 árini og tað kemur av okkara felagsáhugamálum – ítrótturin. Tú manst hava roynt flestu ítróttargreinar – nú nevndi eg kappróðurin í áðni – so er tað fótbólturin, hondbólturin og ikki minst flogbólturin.

Tú byrjaði at spæla fótbóltvið B1 á Biskupstøð við Odd Færø sum venjara. Leikt var ímóti HB (Heygabóltfelag), VB (Vágsheygabóltfelag), KB (Kósabóltfelg), SB (Stengabóltfelag), GB (Garðabóltfelag) og SBU (SelheyggjaBoldspilunion)  Á liðnum hjá SBU vóru m.a. Benros Dahl og Hallur Joensen – betur kendur sum Contrykongurin. Onkran túrin varð súkkla norður til Viðareiðis at dystast.

Eg mintist teg frá byrjan sum ein sera góðan og sterkan hondbóltsleikara við Stjørnuni – á strikuni og í verjuni. Okkurt meistarskap kom eisini í hús í smádreingjadeildini fyrst í áttatiárunum, ella har áleið. So ætlaðu tit eisini at vinna dreingjadeildina í 1983. Tá komu hoyvíkingar úr H71 norður at leika finalu um meistaraskapin í einari fullsetta KÍ høll í mars mána í 1983. Veðrið varð vánaligt og vit vóru nakað seinir í høllina, tí Ternan varð noydd at sigla av Fuglafirði til Klaksvíkar. So tit hildu, at hetta var í pottinum, men so skuldi ikki verða. Tap var í hendi og H71 fóru suður aftur við meistaraskapinum til Hoyvíkar eftir sigur á 12-9. Hetta var sera harmuligt, tí flestu høvdu væntað, at fleiri av tykkum á liðnum fóru at loysa Doffa, Pól í Bankanum, Karl Martin, Karl og Egil av á besta liðnum hjá Stjørnuni, men so skuldi ikki verða. Flestu tykkara tveittu handklæði í ringin og góvust heilt við hondbóltinum eftir tapið, m.a. tú, Bjørn Kalsø, Árni Skaale, ...

Tit hálsaðu um og valdu at fara at spæla flogbólt. Her vunnu tit nógvar sigrar og meistaraskap við Mjølni, men at brúka mansevnini og styrkina hjá tykkum  - tað var farið - og eitt stórt tap fyri hondbóltin, Stjørnuna og klaksvíkar bý.  

Seinni møtti eg tær aftur í fótbóltinum, har tú leikti við besta liðnum hjá KÍ eina tíð. Men tað var ikki bara á leikvøllinum tú vart stinnur, tað vóru eisini boð eftir tær at koma í nevndir í ymsum feløgum. Tú vart formaður í Kí í nøkur ár, og við tær sum formanni vunnu tit í 1999 bæði løgmanssteypið og føroyameistaraskapin. Tað hevur ongin formaður klára tær eftir í nýggjari tíð.

Eg nevndi, at tú ert broytingarsinnaður av lyndi. Nú hevur tú búðleikast í eini tjúgu ár her í høvuðsstaðnum.

Tú og sonurin Petur – fyrst á Berjabrekku og síðani í nýggjari íbúð Úti á Fløtum. Liverpool fjepparar eru tit báðir og hava ferðast til dyst á sjálvum Anfield. Og nú ert tú farin í eysturbýin – á Tórgarð at búgva – so tú hevur verið mestsum býin runt.

Tú ert klaksvíkingur í Havn, og tú livur teg inn í høvuðsstaðin og verður speirikin sum ein av kaffilættidreingjunum í Havn. Men onkuntíð – tá tú kemur út av onkrari av fínaru mastsovunum í Havn, tá munnu helst tankarnir leita norður aftur á Varpið og Varpabrúnna, Stengurnar, JóanJakkesabrúgv og Biskupstøð – og tá tú plagdi at spæla tær á Vágni við jolluni Rospiggen II við leysamotori  - tankar aftur til har vøggan stóð og sorgleysi dagurin rann.

Her á deildini kunnu vit sanniliga eisini hava stuttligar løtur – og ert tú ein í tí stilla, sum gert løturnar góðar fyri trivnaðin.

Góði Svend!

Tað verður sagt at søgan endurtekur seg. Tú byrjaði í Føroya Banka, síðani í nøkur ár í BankNordik og nú aftur í Føroya banka. Takk fyri sløk 40 ár í starvi saman – haldi ikki tað hevur verið eitt øvugt orð okkara millum hesi ár – jú kanska onkuntíð um politikk. Nú alsamt verður tosað um at hækka pensjónsaldurin, so kanska fáa vit eini 25 ár afturat saman. Ynski tær og tínum ein framhaldandi góðan starvsdag.

Takk fyri - starsfelagi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo