Lít fult og fast á at tú kanst, so er málið longu hálvrokkið
- Teddy Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Styrkisamband og Runavíkar kommuna: Føroya Styrkisamband og Runavíkar kommuna skipa vikuskiftið 18.-20. oktober fyri Norðurlandameistarastevnuni 2024 í olympiskari vektlyfting í Bylgjuni við Løkin í Runavík.

Síðani Styrkisambandið, FSS varð sett á stovn í 2019, hevur verið arbeitt á øllum mótum fyri at menna tær fýra ítróttagreinirnar, ið sambandið hýsir.

Olympisk vektlyfting er helst tann av hesum fýra ítróttagreinum, ið hevur flest úrslit at vísa á. Nógv er kappast heima og úti, og heiðursmekir eru ofta við í viðførinum heim aftur.

Fyri tveimum árum síðani eydnaðist Føroyum at fáa limaskap í norðurlendsku vektlyftingssamgonguni, Nordic Weightlifting Federation, NWF.

Og skjótt hevur gingið upp á norðurlendsku veklyftingstindarnar: 2 NM gull, 1 NMJ gull; 22 DM gull, 8 silvur, 12 bronsur, 1 DMJ-gull; 1 DMm gull, 1 EMm silvur. Íalt 48 heiðursmerkir.

Í apríl í ár bórust tíðindini um, at Føroyar eisini høvdu fingið atlimaskap í altjóða vektlyftingssamgonguni, International Weightlifting Federation, IWF.

”Ein liður í altjóða arbeiðinum hjá FSS er at bjóða seg fram til at hýsa altjóða kappingum. Tí verður NM 2024 í olympiskari vektlyfting í Føroyum í ár”, sigur Heini Hátún, formaður í FSS.

Umleið 70 vektlyftarar umframt venjarar, dómarar og almenn umboð úr øllum norðurlondum, eini 100 fólk íalt, koma til kappingina í Bylgjuni í Runavík vikuskiftið 18.-20. oktober 2024.

Kappingin kemur eisini at varpa ljós á Føroyar sum altjóða vertstjóð og á føroyska vektlyfting sum ítróttagrein bæði her heima eins og uttanfyri landoddarnar.

”Tað er stórur heiður og stór ábyrgd at standa fyri altjóða meistarasstevnu – har ið allar góðar kreftir lyfta í felag”, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík.

”Runavíkar kommuna heilsar altjóða ítróttakappingum vælkomnum, og øll eru spent upp á, at NM 2024 í olympiskari vektlyfting skal fara av bakkastokki í Runavík”, leggur borgarstjórin aftrat.

Stýrandi visiónin fyri ítróttadepilin Bylgjuna er í einum og sama bygningi at kunnu hýsa altjóða kappingum og dagliga virkseminum hjá mongu feløgunum við heimstaði har.

Fimleikurin hevur karmar til altjóða kappingar, og komandi ár stendur svimjihøllin liðug. Hon er somuleiðis gjørd til at kunna hýsa altjóða kappingum.

Fyriskipararnir vóna, at føroyskir fjepparar møta fjølmentir í Bylgjuni og kunnu lova undirhaldandi kappingar ímillum bestu norðurlendsku vektlyftarar, harímillum fleiri føroyingar.

Olympisk vektlyfting er sera áskoðaravinarlig ítróttargrein, tí hvørt einasta lyft er bæði spennandi, eksplosivt og kraftmikið. Hvør vektlyftari hevur íalt seks lyft í kappingini.

FSS arbeiðir støðugt við ítøkiligum menningarætlanum, sum skulu menna vektlyfting sum ítróttagrein, og sum koma at gagna øðrum ítróttagreinum eins og skúlum og øðrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo