Tá samanum kemur er tað ikki tað sum fíggindin segði, vit minnast, men tað sum vinurin ikki segði
- Martin Luther King Jr

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Veðurlæra, seyming fyri kvinnur í barnsburðarfarloyvi, matgerð fyri rættar menn, íslendskt, íverksetan.

Skeiðstilboðini á Kvøldskúlanum í vetur eru nógv og sera fjølbroytt. Hesa vikuna verður bóklingur við øllum skeiðunum borin út í hvørt heim í kommununi. Bóklingurin sæst eisini HER

Og mánadagin 29. august kl. 18 byrjar tilmeldingin til Kvøldskúlan í Tórshavnar kommunu. Til ber at melda seg til meira enn 200 lærugreinir. Øll melda til á kvoldskulin.fo frá mánadegnum komandi og til sunnukvøldið 4. september.

Seinasta kvøldskúlaár kvinkaði næmingatalið aftur uppeftir frá 2.550 næmingum til 2.659 næmingar. 26% av øllum næmingunum vóru millum 0-19 ár, 20% millum 20-39 ár, 36% millum 40-59 ár og 18% millum 60-90 ár. 848 menn og 1802 kvinnur.

Næmingarnir vóru knýttir at 197 skeiðsnumrum á 32 ymsum støðum í kommununi. Kvøldskúlin er sostatt framvegis nógv tann størsti skúlin í landinum, tá ið hugsað verður um næmingatal, og fjølbroyttasti skúli, tá ið hugsað verður um lærugreinir.

Tilmeldingardagin 29. august 2016 er skrivstovan opin frá kl. 18.00 – 21.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo