Tú mást sjálvur vera tann broytingin sum tú vilt síggja í heiminum
- Mahatma Gandhi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bústaðir: Stýrið fyri Bústaðir hevur sett Jógvan Ósá í starv sum stjóri á Bústøðum.

Jógvan er 38 ára gamal, útbúgvin Cand Tech., byggifrøðingur og húsasmiður.  

Jógvan starvast í løtuni sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar Kommunu og áðrenn tað, var hann tekniskur stjóri hjá Eystur Kommunu.

Jógvan byrjar í starvinum hjá Bústøðum seinast 1. oktober.

Um Bústaðir
Bústaðir hevur til endamáls at stimbra bústaðarpolitikk landsins við at fremja bústaðarbygging í Føroyum. Bústaðir er ein týðandi partur av menningini á føroyska bústaðarmarknaðinum, og arbeitt verður miðvíst við verkætlanum, sum kunnu økja um talið av bústøðum í landinum.

Uppum 500 íbúðir kring landið
Fyrsta dagin kemur tal á íbúðum, sum Bústaðir bjóðar kring landið, uppum 500.

Nýggju byggiverkætlanir við ársbyrjan
Við ársbyrjan í 2024 vóru nýggju byggiverkætlanir í gongd, við 179 nýggjum bústaðareindum.

39 íbúðir higartil í 2024
Tríggjar byggiverkætlanir við 39 íbúðum eru liðugt bygdar og útleigaðar higartil í 2024; sjey í Streymnesi og 32 í Havn.

54 íbúðir afturat í 2024
Í 2024 verða tríggjar byggiverkætlanir lidnar afturat við 54 íbúðum; harav 35 íbúðir Havn og 19 íbúðir í Fuglafirði.

Í 2025 verða 86 bústaðareindir lidnar á Toftum, Klaksvík og í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo