Tú mást sjálvur vera tann broytingin sum tú vilt síggja í heiminum
- Mahatma Gandhi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SSL umhugsar nú at broyta bókingarskipanina sum verður brúkt umborð á summum ferjum sum sigla til útoyggjarnar, eitt nú Mykinesar og Kallsoyar. Orsøkin er, at tað eru ábendingar um, at onkur er sum leggur ferðaseðlarnar inn undir seg. Og tað er irriterandi og óheppi hjá øðrum, sum tí ikki fáa keypt teir. 

Sum skipanin er í dag, so ber til at avbóka ferðaseðlar, sum ein ikki brúkar, upp til tveir tímar áðrenn fráferð, uttan at tað kostar nakað.

Regin Toftegaard, sum er verkætlanarleiðari fyri bíleggingarskipanina hjá Strandferðsluni, sigur í áhugabólki fyri fólk innan ferðavinnuna á facebook, at SSL nú fer at kanna nærri, í hvønn mun avlýsingar stutt fyri fráferð eru ein partur av trupulleikanum.

- Vit fara at skráseta, hvussu ofta hetta hendir, og síðani meta um tað er neyðugt at seta tiltøk í verk. Tað kundi t.d. verið at innført eitt gjald fyri avlýsingar stutt fyri fráferð, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo