Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kjarnorka til el-megi hevur leingi verið brúkt í fleiri av heimsins londum.

Noreg fær 13% av el-megi úr kjarnorku, USA 18%, Sveis og Finland 35%.

Svøríki 40% og Frakland 70%. Frakland er fyrimynd hjá A-orkufjepparum.

Finmark (48.000 km2) fer at byggja nýtt A-orkuverk til 65.000 fólk og vinnu.

Fleiri og fleiri fólk kring heimin síggja, at kjarnorka helst er framtíðin.

Men sól- og vindorka er enn turkatugv hjá mió av listilærdum skattgessum.

Uml 70 stór kjarnorkuverk verða nú bygd og hópur av smærri A-elverkum. 

Kjarnorka til friðarlig endamál er reinari, tryggari og bíligari enn t.d. kolvetni.

Eisini er kjarnorka nógv støðugari el-orkukelda enn vind- og sólorka.

Í USA ynskja nú 58% av øllum spurdum at fara frá sól og vindi til kjarnorku.

Fella vindmyllur og opna kolanám
Lond, sum sløktu kjarnorkuverk av fólkamótstøðu, byggja nú nýggj A-verk.

Týsk el-orka er dýrkað 300%, síðan ES boykottaði russiska olju av Ukraina.

Týskarar varðveita nú 3 A-orkuverk, ið skuldu niðurleggjast eftir fólkakravi.

Berlin ruddaði eina risa vindmylnulund og opnaði eitt kolanám undir henni!

Nevni hetta dømi, tí vind- og sólorka geva óstøðuga el-orku mett við A-orku.

Tað líkist ongum, at vind- og sólorka hava fingið 46% av øllum statsstudningi.

Um klima-kultistar vænta heimsins undirgang av CO2, so veljið tit kjarnorku.

Um fólk ræðast CO2 líka illa sum kjarnorku, so hitar A-kraft ikki jarðarluftina.

Ingilín, Kári , Bogi, Johan, Thunfisk o.o. vilja terrorisera kolvetni úr Føroyum.

Tað hevur tíbetur gingið stak striltið, tí at teirra heilaspuni er ikki veruleikin.

Gongdin farnu 20 árini
Ein talva yvir heimsins orkunýtsluna 2000-2020 ger tey ‘kult-øru’ til láturs.

Ár              2000          2019
Kol             23%           27%
Olja            37%           31%
Gass           21%           23%
Biogass       10%           9%
Vatn             2%             3%
Kjarnorka     7%             5%
Vind/sól       1%             2%

Talvan prógvar, at 81% av heimsins el-orku verða enn framleidd úr kolvetni.

Bara vatn- og vind/sólorka øktust, men geva enn bert viðfáning móti kolvetni.

Vind- og sólorka øktust lutfalsliga, men slík hvørvisjón røkkur enn bert 2%.

So kunnu vind- og sólfjepparar dansa sum Ba’als prestar eftir regni á sinni.                       

Lampuspirtt og kjarnorka
“Lampuprittið er ikki so galið alíkavæl. Tað er bara komið út í so ringt orð.”

Tað skuldi ein váttligur suðuroyingar siga í forboðstíðini, áðrenn 1992.

Kjarnorka fekk sama umdømi sum sprittið eftir Hiroshima og Nagasaki í 1945.

Truman A-bumbaði Japan fyri at enda 2. Heimskríggj. Tað endaði dagin eftir.

Innrás í Japan hevði kostað 1 mió amerikansk og 3-5 mió japansk mannalív.

Tað varð tí minni syndarligt, at 150-200.000 japanar doyðu av 2 A-bumbum.

Heimurin fór av hesi vanlukku hending at óttast kjarnorku til krígsendamál.

Mótmæli móti kjarnorku hava síðan dynjað kring heimin, mest ímóti USA.

Helst tí fólk vænta, at USA virðir fólkaviljan meiri, enn Rusland og Kina gera.

Friður fyri A-bumbum eftir 1945
Henda grein er bert um kjarnorku sum bíligastu, tryggastu og reinastu orku.

Ferðsla drepur 1,4 mió, arbeiðsólukkur 2,3 mió, luftdálking 4,2 mió fólk árliga.

Bert uml  50 fólk doyðu av niðurbræðingini í Chernobyl. Tað er alt síðan 1951.

2 A-óhapp eru evarska lítið eftir 18.500 reaktorár íalt í 36 londum síðan 1951.

1951 opnaði USA sítt fyrsta A-orkuverk til el-framleiðslu. Og síðan 112 onnur.

Men nú eru bert 54 virkin A-orkuverk í USA. Einki nýtt er bygt har í 50 ár.

Politisk trygdarkrøv og regluverk eru so ógvislig, at A-orkuverk loysa seg ikki.

So nógv ræðast fólk kjarnorku, at bert 18% av USAs el-orku fæst úr A-megi.

Men nú samvirka Reps og Dems um at byggja nýggj kjarnorkuverk í USA.

Av øllum orkukeldum er kjarnorka minst hættislig. Tað prógva allar royndir.

Kolorka er 1.200-falt meir deyðilig enn sól-, og olja 600 ferðir meir enn A-orka.

El-orkunýtslan økist stórliga
Tað ikki bert í Føroyum, at nýtslan av el-orku økist skjótari enn framleiðslan.

Frá 1960 til 2019 er heimsnýtslan av el-orku 4-faldað úr 40 upp í 160 terawatt.

Føroyar eru smáar, og SEV framleiðir nú 55 MW/t til at nøkta landsins tørv.

Hvat nú, eftir at SEV fall frá síni ætlaðu pumpu/goymsluskipan fyri 1,5 mia kr?

Vatnorkuverkið á Eiði í 1984 skuldi kosta 200 mió, men endaði á 700 mió kr.

Uttan oljuverkið á Sundi hevði okkara streymveiting verið sum í Suðurafrika.

SEV má økja sína el-framleiðslu nógv, um øll hús og akfør skulu verða el-kynd.

Tá kann nýtslan koma upp í GigaWatt/t, áðrenn henda øldin er runnin.

Tað krevur aðrar bollar á suppuna enn flaksandi vindmyllur og sjódrekar.

Føroyar hava ikki ráð til ‘religiøst’ fjant og fjas hjá okkara klimakultistum.

Í teirra vind-, sól- og sjóvarorku høvdum er kjarnorka Tramin - ájavnt kolvetni.

Føroyar mugu velja millum álítandi el-orku og 200 vindmyllur á hvørjari fjallarøð.

Velur SEV mylnurnar, verður ferðavinnan neyvan okkara triðja inntøkubein.

Smá og ‘pinku’ kjarnorkuverk
Kjarnorka til el-framleiðslu er ikki tað, hon var, tá ið pressan østi fólk upp.

100-tals skip sigla jú á heimsins høvum við A-reaktorum í maskinrúminum.

Føroya el-orkutørvur kundi verðið nøktaður við einum ‘mega’ skipsreaktori.

A-orka framleiðir el fyri 200 kr MW/t, móti vind- og sólorku fyri 600 kr MW/t.

Sólpanel krevja 75- og vindmyllur 360-falt størri øki enn ein A-reaktorur.

Avbjóðingina at goyma kjarnorkuavfall trygt hevur Finland loyst endaliga.

Serfrøðingar eru samdir um, at A-orka til el-framleiðslu hevur bjarta framtíð.

Um ikki nú, so seinni
Eitt nú byggja Rolls Royce og Westinghouse SMR í modulum á verksmiðjum.

SMR er stutt fyri ‘Small Modular Reactor’, og heitið sigur seg sjálvt. (Sí video).

Hesir SMR framleiða úr 10 upp í 1000 MW/t. Teir spenna sostatt vítt.

100 MW/t er hitt dupulta av tí el-orku, ið SEV nú framleiðir (50 MW/t árliga).

Teir smæstu av hesum modulreaktorum eita Micro Modular Reactors, MMR.

Teir fylla so lítið, at teir verður fluttir í modulum í 40 fóta bingjum langar leiðir.

SEV kannar kanska, hvussu langt 1,5 mia kr røkka til ein ein mikro-, ella MMR.

Um vit ikki tora at hugsa so langt nú, verða vit noydd til at gera tað seinni.

Men sjálvsagt Føroyum tørvar hóp av serkønum fólki til at reka kjarnorku trygt.

Væl lærd og serkøn fólk tróta ikki í Føroyum. So hví ikki skjótt á hesum øki?

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo