Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum døgum hendir mangt og hvat í Løgtinginum.

Sum fyrrverandi har, so eru kortini lutvís fá mál, ið veruliga hugtaka, so áhugin at fylgja við minkar.

Men so kom málið um broytingar í lóg um fosturtøku, og her vaknði forvitnið, tí hjá mær er hetta so týðandi, at eg havi mestsum hoyrt alla tingviðgerðina.

Eg havi ilt við at skilja, at størsti áhugin fyri at økja um møguleikan at beina fyri fostrum er hjá kvinnum í politikki. Serliga varnist eg, at ført verður fram, at her er talan um, at ”kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi”!!

Men ger hon ikki tað? Ræður hon ikki fyri, hvussu langt hon ynskir at fara, tí eitt komandi fostur er treytað av viðurskiftunum millum mann og kvinnu?

Sjálvur varnist eg altíð smá børn á vegnum og ynski teimum vælkomnum. Og verði altíð rørdur, tá eg síggi nýføðing verða lagdan til mammuna!

Undir orðaskiftinum kom fram, at løgtingslimir í slíkum ”etiskum” málum atkvøða eftir egnari sannføring, og eru ikki bundin at ávísum flokki!

Men hvat hendir síðan, eftir at málið er fallið í Løgtinginum?

Jú, vit síggja mynd at stovnaranum av Framsókn og forkvinnu floksins alment greiða frá, at tað er ”SKOMM”, at løgtingslimir teirra Hanna Jensen og Sólvit Nolsøe fylgja síni sannføring og atkvøða ímóti.  So hjá Poul Michelsen og Ruth Vang er tað skomm at fylgja síni etisku sannføring!

Á øðrum stað úttalaði Jóannes Eidesgaard, at um hann kom í somu støðu sum landsstýrismaðurin hjá Framsókn, at hansara egnu løgtingsfólk feldu uppskot hansara, so segði hann seg frá, og bað tey finna annan at seta í sessin!

Sjálvur haldi eg, at tað eru heldur Hanna og Sólvit, ið skuldu funnið sær annan flokk, ið virðir teirra  ynski at fylgja egnari sannføring!!

Eyðun Mohr Viderø
20.mei 2024

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo