Ger tína skyldu og krev tín rætt. Í hasi raðfylgjuni!
- Mette Frederiksen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Um mánaðarskiftið fer "Villa Vie Odyssey" at sigla kring jørðina. Og tá túrurin, sum ætlast at taka hálvt fjórða ár, er liðugur, byrjar hann umaftur.

Reiðaríið hevur longu selt flestu kahyttirnar til føst búgvandi, skrivar CNN

Í løtuni stendur skipið í turrdokk í Belfast, á somu skipasmiðju har tey á sinni bygdu "Titanic".

270 fólk fara at búgva fast umborð. Har vera allir hentleikar, matstovur, venjingarrúm, svimjihylur, bókasavn og skrivstovur umframt mangt annað, sum íbúgvarnir umborð kunnu stytta sær stundir við. Íbúðirnar ella kahyttirnar umborð kunnu seljast, og tá skipið er vorðið ov gamalt, verður tað skift út við eitt annað.

Amerikanska parið John og Melody Hennessee seldu fyri nøkrum síðani alt sum tey eiga her á foldum, og hava síðani siglt við marglætisferðamannaskipum. Tey hevur Sky-News hitt. Tey siga, at tað er nógv bíligari at búgva umborð enn í landi. Tey hava eina telefonrokning, tey brúka kanska eitt sindur, tá tey eru í landi ymsu støðini, og so keypa tey eitt sindur umborð, siga tey.

Til ber at leiga eina kahytt í eitt ár fyri minst 220.000 krónur. Ætlar tú at keypa, kosta tær bíligastu um 1,7 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo