Útbúgv starvsfólkini so væl, at tey hava lætt við at fara. Men far so væl við teimum, at tey ongantíð fara
- leystliga eftir sir Richard Branson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

LS: Sjukrahus.fo er pallurin har allir íbúgvar í Føroyum, sum hava tørv á sjúkrahúsviðgerð ella kanning, kunnu finna ráð og kunning, uttan mun til hvar tit eru stødd.

Tað er tænastan til tykkum øll, ið hava ørindi í Sjúkrahúsverkinum, sum er í miðdeplinum á nýggju heimasíðuni, og er hon eisini brúkaravinarlig á øllum talgildum pallum.

Nýggja heimasíðan hevur í fleiri umførum verið latin starvsfólki, brúkarum og fakfólki annars, at viðmerkja og góðkenna, og tað hevur verið gjørt fyri at tryggja smálutir. Takka verið starvsfólki í øllum Sjúkrahúsverkinum, finna tit tí greiða, einfalda og dagførda kunning, um viðgerðir, kanningar og praktisk viðurskifti í Sjúkrahúsverkinum.

Hóast vit eru komin so mikið langt við heimasíðuni, at vit meta hon er klár til tykkum brúka, viðurkenna vit samstundis, at okkurt møguliga er gloymt. Rís og Rós kassan hava vit til tykkum, at skriva viðmerkingar til okkara. Soleiðis kunnu vit støðugt betra heimasíðuna í felag við tykkum, sum brúka hana. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo