At lasta av øvund er at rósa óbeinleiðis
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjárkvøldið var eitt lesarabræv deilt á Vágaportalinum við heitinum ‘Samkynd’.

Lesarabrævið hevur staðið frammi í meira enn 12 tímar, men er fyri stuttum tikið burtur.

Vit í Sinnisbata meina tó ikki, at slík lesarabrøv kunnu standa ósvarað.

Sinnisbati ynskir samstundis eisini at senda eina áheitan um og at minna á, hvørjar fylgir tað kann hava at brúka niðrandi málburð um ymiskir samfelagsbólkar.

Í lesarabrævinum verður sagt, ‘at samkynd hava eina svera sinnissjúku’, og at tað er ‘úti av lagi at loyva teimum at ansa eftir børnum’.

Hetta er ein grov niðurgerðan av samkyndum og av fólki við sálarsjúku.

Sinnisbati vil við hesum taka sterka frástøðu frá lesarabrævinum og slíkum málburði at umtala bæði samkynd og fólk við sálarsjúku.

Slík skriv eru við til at fasthalda fordómum, tabu og stigmatisering.

Fyri tað fyrsta, so eru samkynd og fólk við sálarsjúku eins ymisk og øll onnur menniskju og hava rætt til at vera eins nógv vird.

Fyri tað næsta, so eru samkynd ikki sálarsjúk. Fólk við sálarsjúku eru ikki farlig í sjálvum sær.

Sálarsjúka er heldur ikki bert ein sjúka, men eru eins ymiskar og likamligar sjúkur eru.

Tað er púra burturvið at skera øll yvir ein kamb at vera óegnað at vera foreldur.

Ynski um at vísa virðing fyri øllum menniskjum
Kjakið kann til tíðir gerast ógvuliga hart í miðlunum, men hóast vit hava ymiskar meiningar og eru grundleggjandi ósamd, so eiga vit altíð at vísa virðing fyri hvør øðrum.

Vit eiga aldrin at brúka málburð, sum skammar og niðurgerð onnur.

Slíkur málburður er einans við til at økja um ta stigmatisering, sum hevur verið um bæði samkynd og fólk við sálarsjúku.

Lat okkum kjakast á einum virðiligum støði - og uttan at økja um hesa stigmatisering.

- Nevndin í Sinnisbati

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo